H71 basti VÍF á vestanstevnu

VÍF hevði her møguleikan at hevna seg móti H71, sum vann FM-finaludystirnar, og fyrstu løtuna sá eisini væl út hjá vestmenningum.

Hoyvíkingar ressaðust tó skjótt, longu eftir 10 minuttum vóru teir á odda 9-5, men sum fyrri hálvleikur leið, komu vestmenningar kortini betur við, soleiðis at tað stóð á jøvnum, 14-14, í hálvleikinum.

 

Dysturin varð spennandi gjøgnum allan dystin. Leikararnir á báðum liðum bardust fyri hvørjum bólti og tíðum lá VÍF omaná og tíðum H71.

 

H71 vísti seg tó enn einaferð at verða tað sterkara liði, og mátti VÍF aftur til hús við einum tapi móti sterku hoyvíkingunum. Endaliga støðan gjørdist 24-22 til H71.