Hávur drap fiskimann

Tann 22 ára gamli suðurafrikanski fiskimaðurin Henri Murray royndi at verja seg, tá ein stórur hávur legði á hann. Tvær ferðir eydnaðist tað honum at reka hávin burtur við harpunini, men so gingu kreftirnar undan.

Henri Murray er ikki tann fyrsti, sum hevur latið lív í bardaga við háv úti fyri suðurafrikonsku strondini tey seinastu árini. Í november í fjør doyði ein annar fiskimaður, tá ein hávur leyp á hann, og nakrar dagar seinni tók ein hávur eina eldri kvinnu, sum var farin at svimja nærhendis Cape Town.

Suðurafrikonsku myndugleikarnir siga, at munandi meiri hávur er at síggja úti fyri strondini nú enn, og serfrøðingar halda, at tað kemst av tí veksandi hitanum í sjónum. Serfrøðingarnir vita kortini ikki, at tann veksandi hitin ger, at hávurin nørist skjótari enn fyrr, men okkurt bendir á tað, siga teir.

Ein altjóða felagsskapur, sum heldur eyga við hávaálopum, sigur, at í fjør vórðu fólk álopin av hávi 61 ferðir, og at sjey teirra doyðu. Í 2003 vóru álopini 57 í tali.