Tey, sum hava uppskot um, hvør eigur at fáa Umhvørvisvirðislønina hjá Tórshavnar kommunu í ár, skulu bera skjótt at nú, tí freistin at lata kommununi uppskot er úti í morgin.
Hetta er aðru ferð, at høvuðsstaðarkommunan letur eina serliga umhvørvisvirðisløn í sambandi við umhvørvisvikuna, sum verður frá 10. til 16. mai.
Virðislønin verður latin onkrum, ið hevur gjørt okkurt serligt fyri umhvørvið. Viðurslønin, sum er 10.000 krónur, kann latast einum stovni, virki, felagi, bólki ella einstaklingi í Tórshavnar kommunu.
Tórshavnar kommuna sigur, at nógvar orsøkir kunnu vera til eina innstilling, so sum orkusparandi tiltøk, varandi orka, skiljing av burturkasti, endurnýtsla, kunning um umhvørvisvernd, dálkingarfyribyrgjandi átøk, vistfrøðilig átøk, umhvørvisvinarlig ferðsla og mangt annað. Bert hugflogið setur markið.
Oyðublað til innstillingina kann takast niður á heimasíðuni hjá kommununi ella her ella ber til at venda sær til Snarskivuna, telefon 30 20 10. Innstillingarnar skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 1. mai og skulu sendast til Tórshavnar kommunu, Heilsu- og umhvørvisdeildin, postboks 32, 110 Tórshavn.