FM
Høvuðsstaðurin er raktur av fótbóltsfepri. Eftir 26. umfarið, og nú tað bara restar eitt umfar av fyrstu FORMULA kappingini, er tað upp til tey bæði stóru í høvuðsstaðnum at telvast um, hvat teirra skal vinna FM. Um hvørki B36 ella HB vinnur, og tað harvið endar við javnleiki í Gundadali klokkan trý korter til fimm leygardagin, so er rættuliga stórur møguleiki fyri, at Skála vinnur FM.
At tað kann enda við javnleiki í Gundadali, bera úrslitini í tveimum teimum fyrstu lokaluppgerðunum í Gundadali boð um. Fyrr í summar hava B36 og HB spælt 1-1 og 0-0!
Hetta er fyrsta ferðin síðani 1988, at tað undan síðsta umfarinum er møguleiki fyri, at trý feløg kunnu vinna FM. Tað árið kappaðust HB, sum endaði við at vinna FM, B68 og B36 um FM. HB endaði á 25 stigum, og B68 fekk 24 og B36 fekk 21 stig.
Høvuðsstaðurin er býttur upp millum B36 viðhaldsfólk og HB viðhaldsfólk. Í hesi vikuni verður hitað upp til stóru finaluna leygardagin. Hetta er fyrsta ferðin í ógvuliga mong ár, at B36 og HB viðhaldsfólkini hava fyrireikað seg til ultimativa finalu, og hetta er fyrsta ferðin, at tað er møguleiki fyri, at báðir partar kunnu enda sum taparar!
Seinastu árini hava bæði B36 og HB verið millum tey bestu. HB hevur vunnið FM tríggjar tær seinastu ferðirnar, og B36 var meistari í 2001. Hesi árini hava tað ofta verið avgerandi lokaluppgerðir fram móti kappingarenda, men tær hava ikki verið í síðsta umfarinum.
Í høvuðsstaðnum hava B36 og HB viðhaldsfólk droymt um steypafinalu á Ólavsøku millum høvuðsstaðarfeløgini. Higartil hevur tað ikki eydnast. Fyrr í summar var møguleiki fyri, at B36 og HB skuldu hittast í finaluni, men umsitingarligt klossarí hevði við sær, at B36 reyk úr steypakappingini, og HB misti finalumøguleikan, tá ið teir í Gundadali taptu 1-0 móti ÍF.
Nú verður talan um finalu í høvuðsstaðnum. Ikki í steypakappingini, men heldur í landskappingini. Tað hevur verið óhugsandi, og tað stendur nógv upp á spæl.
Eitt er, at báðir partar kunnu standa eftir sum taparar.
Fyri B36 og HB og ikki minst viðhaldsfólkini er tað ikki bara milliónin, sum UEFA letur meistaranum fyri luttøku í europeisku meistarakappingini, ið stendur upp á spæl. Heldur er tað, hvør kann fegnast um FM og ikki minni klikkja niður á mótstøðumenninar og grannarnar.
Avgerðin um hetta fellur leygardagin, og inntil tá verður høvuðsstaðurin ikki tann, sum hann plagar at vera. Hann er stutt sagt raktur av fótbóltsfepri! Um arbeiðsssteðgurin verður liðugur leygardagin er ikki upp til ítróttarsíðurnar í Sosialinum at gera av. Men viðhaldsfólkini hjá B36 og HB vera ikki arbeiðsleys í hesi vikuni. Tey fara at arbeiða upp á hvønn annan!