Høvuðsstøðin verður í Runavík

Nú tað eru feløg í Eysturoy saman við Samherja í Íslandi, sum hava keypt ein stóran part av Faroe Seafood, flytir høvuðsskrivstovan úr Havn og inn til Runavíkar. Í samrøðu við Dimmalætting, 18. februar, sigur Anfinnur Olsen, sum er ein av pørtunum aftanfyri Framherja, at nýggja samtakið fer at hava sína egnu søludeild, og at hendan verður skipað á høvuðsskrivstovu felagsins, sum nú verður í Runavík.

Av teimum fýra virkjunum, sum nýggja samtakið keypti, er fyrrverandi Lynfrost í Saltangará og fyrrverandi Nykur á Toftum tvey teirra. Hini bæði virkini eru fiskavirkið í Vestmanna - og fyrrverandi Polarfrost í Vági, sum tó verður latið útaftur til alifelagið, Faroe Farming, sum fer at brúka virki í Vági til sláturvirki.

Tey seks skipini, sum samtakið eisini keypti, hava øll siglt út og inn av Skálafjørðinum - við manning úr ymsum heraðshornum í landinum.

Tey hava lagt veiðina upp á landingarmiðstøðini Kongshavn, men landingarmiðstøðin er ikki seld enn. Hon er ikki insolvent, men er eisini lýst til sølu millum aðrar ognir, sum Faroe Seafood átti - ella átti part í.

Høvuðsskrivstovan hjá gamla Faroe Seafood lá í Havn - á fyrrverandi Bacalao, men hetta virkið var ikki við í keypinum hjá nýggja samtakinum.

Nú verður høvuðssætið hjá nýggja samtakinum altso í Runavík - og ikki í Havn.