Tað eru fimm fólk, ið meta um og velja út, hvørji listafólk skulu fáa starvsløn og listafólkaløn úr Mentanargrunni Landsins. Í ár høvdu tey tilsamans 6,4 milliónir krónur at býta út. 3,1 millión til starvslønir og 3,3 til listafólkalønir.
43 av 138 fingu játtandi svar
– Vit fáa nógvar dygdargóðar umsóknir inn á hvørjum ári, og vit kundu ynskt at stuðla fleiri av teimum, enn vit hava møguleika til, tí at játtanin er avmarkað, sigur Ingun í Skrivarastovu.
Í fjør fekk nevndin til dømis 111 umsóknir til starvsløn, av teimum fingu 40 játtandi svar. 27 umsóknir vóru til trý ára listafólkalønina, og trý fingu játtandi svar.
Hon vísir á, at sum játtanin er, røkkur hon ikki til meira enn at umleið 30-40 fáa játtandi svar. Tað er sostatt á hvørjum ári ein stórur bólkur av umsøkjarum, ið fáa noktandi svar.
– Eg hevði ynskt, at játtanin hækkaði á hvørjum ári, so at fleiri fingu stuðul, sigur hon.
Fylgja treytum í lóg og starvsskipan
– Avmarkaða játtanin ger, at vit noyðast at siga nei til fleiri góðar umsóknir. Tí haldi eg, at tað er umráðandi, at fólk søkja aftur, hóast tey hava fingið noktandi svar, sigur forkvinnan.
Hon vísir á, at tá ið tey meta um, hvør skal fáa, so fylgja tey fyrst og fremst teimum treytunum, ið lógin og starvsskipanin ásetir.
– Tað er ásett, at tað, ið vit stuðla, skal vera av listarligum ella fakligum dygdareyðkennum. Tað er ikki soleiðis, at onkur listagrein vigar meira enn onnur, tað kemur fyrst og fremst an uppá umsóknina og dygdina, sigur Ingun í Skrivarastovu.
Lova nýggjum talentum framat
– Vit taka støði í sjálvari umsóknini og meta um, um tær lúka treytirnar. Vit leggja eisini dent á, at bæði leik og lærd fáa stuðul. Tað er eisini týdningarmikið fyri okkum, at vit geva nýggjum talentum møguleika at menna seg. Tey hava ikki altíð so nógv verk at vísa á, men tey eiga eisini at sleppa framat, sigur Ingun í Skrivarastovu.
Hon vísir á, at tað er týdningarmikið, at listafólk fáa arbeiðsnáðir í eina tíð at arbeiða burturav við teirra verkætlanum.
Tað hevur verið funnist at, at stuðulin ofta er sera smábýttur, men hon vísir á, at tað eru eisini tey, ið bara søkja um starvsløn ein, tveir ella tríggjar mánaðir.
– Hugt verður eisini eftir, um umsøkjari hevur fingið fyrr, og hvat viðkomandi hevur avrikað, sigur Ingun í Skrivarastovu.
Høvuðsstaðurin fær mest
Nakrar ferðir hava nøkur fólk glepsað eftir nevndini, at hon stuðlar mest teimum somu fólkunum í Havn, og at tað er trupult hjá øðrum at fáa játtan – serliga hjá teimum, ið búgva kring landið.
– Tað eru ikki bara tey somu, ið fáa. Tað er ein breiður skari av fólki, ið fær játtað stuðul. Vit hyggja eisini at íbúgvarafrøðini, til dømis kyn, aldur og sambandið millum bygd og bý. Hetta er ikki raðfest ovarliga, men er ein partur av metingini í endaligu avgerðini, sigur Ingun í Skrivarastovu.
Topp 40-listin av teimum, ið hava fingið listafólkaløn og starvslønir síðani 2001 og fram til 2019 vísir tó, at nógv tann størsti parturin av teimum, ið eru ovast á stuðulslistanum, búgva í høvuðsstaðnum.
– Meginparturin av teimum, ið søkja, búgva nokk í Havn. Men tað eru eisini fólk aðrastaðni frá, ið fáa. Tað ræður um ikki at halda seg aftur, og um onkur ikki hevur fingið einaferð, so er at søkja aftur, sigur Ingun í Skrivarastovu.
Listafólkalønin
Tá ið talan er um listafólkaløn, er tað skipað eitt sindur øðrvísi, hvussu valt verður út, hvør skal fáa løn í trý ár. Krøvini eru, at umsøkjari skal hava listarliga útbúgving ella samsvarandi royndir.
– Fakligar nevndir við serkønum umboðum verða settar at gera tilmæli til nevndina innan ymsu listasøkini. Nevndin viðgerð hesi tilmæli og tekur endaliga støðu til, hvørji trý fólk fáa listafólkalønina. Higartil hava vit í hvørjum umfari givið fólki innan ymiskar listagreinar stuðulin. Men tað er ikki eitt krav. Vit kundu eisini givið til dømis tveimum rithøvundum í sama umfari stuðul, sigur forkvinnan.
Íverksetarastuðul og vanligur stuðul
Umframt starvsløn og listafólkaløn, so umsitur grunnurin eisini íverksetarastuðulin og vanligan stuðul til verkætlanir, og til mentanarligt virksemi sum heild, harumframt eisini týðingar. Í hesum førunum eru játtanirnar til einstakar verkætlanir, millum annað bóka- og tónleikaútgávur, týðingar, konsertferð, dans, sjónleik og annað.
Nevndin hevur í ár 3,1 milliónir krónur at býta út til annan stuðul.
Kanna ikki avrikini
Tað er eitt krav, at umsøkjarar skulu lata inn frágreiðing til grunnin, tá ið stuðulsskeiðið er av. Er stuðulin trý ár, skal ein ávegisfrágreiðing eisini sendast inn hvørt ár.
– Tað er ikki soleiðis, at vit kanna hvønn einstakan, um nakað ítøkiligt er komið burturúr. Vit eru ikki ein arbeiðsgevari, sum kannar, um arbeiðsfólkið ger sítt arbeiði. Tað er ikki okkara uppgáva. Men vit fylgja sjálvandi við í mentanarlívinum í Føroyum og síggja, hvat kemur burturúr. Tað, sum er mest umráðandi, er, at fólk fáa arbeiðsnáðir at arbeiða burturav innan sítt øki, sigur Ingun í Skrivarastovu.
Eitt ár eftir av setanini
Nevndin fyri Mentanargrunnin verður vald fyri fýra ár í senn. Verandi nevnd hevur sitið í trý ár. Nevndarlimir kunnu tó veljast aftur, tó skulu teir ikki sita í meira enn tvær setur tilsamans.
Landsstýrismaðurin við mentamálum velur tríggjar av nevndarlimunum, og felagið fyri listafókasamband Føroya, LISA, velur tveir limir. Landsstýrismaðurin velur formann og næstformann.