Fiskivinna
Trolbáturin, Gáshøvdið, sum hevur heimstað á Viðareiði, kom til landið, 17. juli í fjør. Báturin er bygdur í Íslandi og er av sama slagi sum Sæborg, ið leirvíkingar eisini hava latið byggja í Íslandi. Sæborg kom sum nýbygningur við ársenda í fjør.
Tað er P/F Kneysur á Viðareiði, sum eigur Gáshøvda og teir, sum eiga felagið, eru brøðurnir, Hans Jákup og Kári Kallsberg og systkinabarnið, Gunnar Kallsberg, sum er skipari.
Í 1994 keyptu teir trolbátin, Mazeppu, frá Fiskaríbankanum, sum teir góvu navnið, Gáshøvdið. Hetta var ein timburbátur, 80 tons stórur, bygdur í 1967 og heimahoyrandi í Fuglafirði. Tá ið nýggi Gáshøvdið kom, hevði gamli báturin einki fiskiloyvi, og kallaðist tá Gáshøvdið 1.
Herfyri varð fyrrverandi Mazeppa søkt norðanfyri. Eingin áhugi var fyri skipinum, sum einki fiskiloyvi hevði, men eigararnir seldu okkurt av skipinum, áðrenn tað endaði sínar dagar á havsins botni.
Eitt gott skip
Hans Jákup Kallsberg sigur, at teir eru væl nøgdir við Gáshøvda, nú teir hava havt bátin í stívliga eitt ár.
- Hetta er eitt gott skip og eitt gott vinnutól. Tað hevur verið tungt at fingið raksturin at hingið saman, men verður gongdin ikki verri, enn hon er, og viðurskiftini við sølu av fiski ikki versna, vónar hann, at tað fer at bera til at reka skipið.
Hann sigur, at fýra mans eru við hvønn túrin, men fimm mans eru burtur av knýttir at bátinum.
- Men síðan, vit fingu Gáshøvda, hava fleiri mans verið umborð sum avloysarar. Teir, sum sigla fast við, skulu eisini hava sínar frítúrar. Í løtuni er bert ein av eigarunum umborð. Eyðvitað hevur eitt slíkt vinnutól ? um tað ikki er av teimum størstu í flotanum ? stóran týdning fyri trivnaðin her á staðnum.
Hans Jákup vísir á, at Gáshøvdið er limur í felagnum hjá Trolbátum, men báturin er ein av trimum í flotanum, sum fella uttanfyri landleiðina um sumrarnar. Sostatt hava hesir bátar ikki somu sømdir sum aðrir bátar í felagnum.
- Gáshøvdið, Sæborg og Sjóborg, sum eru umleið 76 tons stórir, sleppa ikki at fiska á landleiðini eins og teir trolbátar, sum eru undir 54 tons. Vit søkja á hvørjum ári, men sleppa ikki inn um at royna eftir flatfiski, ið hevði verið skilabetri, nú lítil og eingin toskur er at fáa.
Hann heldur, at tað hevði verið betur fyri toskastovnin, sum hóast alt er hin týdningarmesti, um hesir tríggir trolbátarnir aftrat sluppu at royna eftir flatfiski um sumrarnar.
- Vit hava tvey økir beint uttanfyri landleiðina, sum vit kunnu royna á, Geiran norðanfyri og eitt økið norður úr Mykines. Men friðingar hava eisini skert møguleikarnar á hesum leiðum. Haraftrat kemur, at trolbátarnir, sum eru á landleiðini um summarið, kunnu eisini royna á hesum økjum, um teir halda, at ov lítið fæst burtur úr innanfyri. Er nógvur bátur á leiðini, kann tað gerast trongligt at royna á hesum økjum. Vit halda tað ikki vera rætt, at trolbátarnir á landleiðini sleppa út í hesi økir at royna, tá ið teir annars hava loyvi at royna innanfyri, har vit ikki sleppa at royna.
Aftrat hesum kunnu Gáshøvdið, Sjóborg og Sæborg royna á leiðunum báðumegin Skeivabanka.
Hans Jákup er avgjørdur, tá ið hann verður spurdur, um teir høvdu farið á landleiðina, um fiskivinnumyndugleikarnir góvu teimum loyvi til tess:
- Ja, tað er eingin ivi um, at vit høvdu farið, sigur hann.
Hýsan berandi
Sum skilst, er rættiliga lítið av toski at fáa í løtuni. Onnur ár hava trolbátarnir á landleiðini verið noyddir at sigla undan toski fyri ikki at fáa trupulleikar við hjáveiðiprosentinum, men hetta hevur eftir øllum at døma ikki verið nakar trupulleiki í summar.
Hans Jákup ásannar, at rættiliga lítið av toski er at fáa.
- Onnur ár hava vit fingið eitt sløð av toski á fleiri leiðum, men í ár er tað hýsan, sum hevur verið tað berandi. Hýsan er smáttfallandi, men vísir seg annars at vera hampiliga væl fyri. Tað vísir seg annars, at upsin hevur yvirtikið allan grunnin. Hann er smáttfallandi, og lítið fæst burtur úr honum.
Hann vísir á, at minni fæst burtur úr, nú so lítil toskur er at fáa, men tað hevur tíbetur eydnast teimum at fáa nakað burtur úr hýsuni, serliga á bretska marknaðinum.
- Eg haldi ikki, at føroysku virkini eru kappingarfør. Tey keypa ikki fiskin uttan so, at prísurin er í botni. Vit selja veiðina um uppboðssøluna, men keypir eingin fiskaútflytari, tí viðkomandi hevur fingið nóg mikið av fiski, er prísurin vánaligur. Tá ið einki hampiligt boð er upp á fiskin, hava vit onkuntíð keypt veiðina sjálvir, og tað loysir seg altíð at taka boðið aftur, keypa fiskin sjálvir og senda hann av landinum.
Hans Jákup sigur, at teimum dámar betri at útflytarar
keypa fiskin og senda hann av landinum, enn at teir sjálvir gera tað.
- At flyta fisk út, bindir pening, og neyðugt er at hava eini 2-4 sett av kassum. Tað er nógv lættari, tá ið útflytarin keypir fiskin og sjálvur tekur sær av tí praktiska.
Góður flutningur
Tvær ferðir í eitt ár hevur Gáshøvdið verið í Skotlandi við veiðini, seinast fyri páskir í ár.
- Hetta var ein góður túrur, hóast fiskurin ikki var so nógvur. Vit høvdu eini 35.000 pund, meginparturin hýsa, og prísurin var 23 krónur netto. Hetta er helst ein tann besta sølan, vit hava havt.
Hans Jákup vísir á, at nú felagið, Samskip, siglir við farmi úr Klaksvík og niður á bretska meginlandið, loysir tað seg ikki at sigla niður til Skotlands við fiskinum.
- Vit hava nú eina góða og lutfalsliga bíliga skipan við flutningi av fiski, at tað loysir seg ikki at sigla av landinum við fiskinum.
Hann leggur aftrat, at Scrabster er ikki nøkur bílig havn at brúka, og flutningurin av fiskinum úr Scrabster og niður til Grimsby er líka dýrur, sum flutningurin úr Klaksvík og niður til Grimsby. Haraftrat kemur mista veiðitíðin og tær útreiðslur, sum eru knýttar at hesum.
- Eg vil siga, at tað er bretski marknaðurin, sum stýrir hýsuprísinum, Prísurin var hampiligur fyri einum trimum vikum síðan, men nú er hann lækkaður aftur. Sum vit hava skilt, eru tað serliga norðmenn, ið sendanógva hýsu á marknaðin í løtuni.
Spurdur, hvat hann heldur um, at so nógvur fiskur fer óvirkaður av landinum, sigur Hans Jákup:
- Tað er sjálvsagt harmiligt, men vit noyðast at selja, har mest fæst fyri fiskin. Um myndugleikarnir settu forboð fyri hesum útflutningi, hevði tað ivaleyst givið nógv arbeiði á føroysku fiskavirkjunum í einar tveir mánaðir. Síðan hevði alt steðgað upp, tí skipini høvdu ikki fingið endarnar at røkka. Eingin fiskur hevði komið til virkini, og fólk høvdu farið til hús.
Framtíðin
Hans Jákup Kallsberg sigur, at soleiðis, sum raksturin er í løtuni, væntar hann, at tað fer at bera til at reka Gáshøvda, hóast tað er tungt.
- Men við ongum toski og skiftandi prísum á hýsu, kann tað vera skjótt hvønn vegin. Gera vit tveir bummtúrar, broytist myndin, men tíbetur hevur tað higartil gingið hampiliga væl at fiskað og selja.
Hann vísir á, at hóast raksturin er tungur, hevur manningin fingið væl burtur úr, tí teir eru bert fýra mans við skipinum í senn.
- Vit vóna, at gongdin frameftir verður til tað betra ? og ikki til tað verra, sigur Hans Jákup Kallsberg.
Í sínum loyvi hevur Gáshøvdið bert 97 fiskidagar, og tað er alt ov lítið. Felagið, sum eigur skipið, hevur saman við teimum, sum eiga Varðan, keypt eykadagar. Aftrat hesum hevur Kneysur keypt dagar frá Polarhavi og Stjørnuni, soleiðis at samlaða talið av fiskidøgum í hesum árinum hevur verið út við 200.