Eftir ákærurnar frá skotskum og írskum alarum, um at føroyingar hevur selt laks á ES-marknaðinum fyri dupming-prís, hevur ES nú valt at kanna tríggjar føroyskar fyritøkur, Vestlax, Føroya Fiskasølu og Bakkafrost. Kanningin av hesum fyritøkum er rættuliga umfatandi, tí øll framleiðsla og søla av laksi til ES í fjør skal kannast niður í smálutir. Niðurstøðan av kanningini, sum fevnir um øll feløg, sum fyritøkurnar eiga í, skal so nýtast sum meðaltal fyri alla føroysku alivinnuna, og sum útgangsstøði fyri, hvørt ES skal seta tiltøk í verk móti føroysku alivinnuni. Tilsamans umboða hesar tríggjar fyritøkurnar umleið 54 prosent av framleiðsluni og søluni av laksi til ES-marknaðin.
Kemur ikki óvart á
Niels Dann West, stjóri í Vestlax, er ikki bilsin av, at Vestlax er ein av fyritøkunum, sum ES hevur peikað á.
- Tað hevði verið ringt at sloppi undan, av tí at vit eru so stórir á føroyska marknaðinum, sigur Niels Dann West og leggur afturat, at Vestlax eisini er við í allari framleiðsluketuni, bæði framleiðslu og sølu, umframt at fyritøkan hevur eina deild innanfyri ES, nevniliga í Hirtshals.
Fiskasølan er í somu støðu sum Vestlax. Fiskasølan er sølufyritøka, og eigur harumframt í eini fyritøku í framleiðsluliðnum. Eisini hevur Fiskasølan deildir, bæði í Danmark, Onglandi og Fraklandi. Triðja fyritøkan. Bakkafrost bæði framleiðir og selir sjálvt sína vøru.
Kann skaða fyritøkurnar
At hesar tríggjar fyritøkur nú eru settar í samband við eitt dumpingmál hjá ES, kann í ringasta føri skaða fyritøkurnar, áðrenn úrslitið av kanningini fyriliggur, metir Hans Johannes á Brúgv, stjóri á Føroya Fiskasølu. Hann vísir á, at tað altíð er keðiligt at koma í ringt ljós hjá ES, og verða settur í samband við eitt tílíkt mál. Men sum støðan er í løtuni, dugir hann ikki at meta um, hvørt tað fer at skaða umdømið hjá Føroya Fiskasølu. Stjórin á Vestlax er ikki so dapurskygdur, men metir, at kanningin skal síggjast í tí ljósi, at ES hevur valt fyritøkur, sum breitt umboða føroysku alivinnuna. Niðurstøðan av kanningini kann tó fáa stóran týdning, ikki bara fyri hesar tríggjar fyritøkurnar, men alla føroysku alivinnuna, vísir Niels Dann West á. Tí í ringasta føri kann hon elva til, at ES fer at seta revsitiltøk í verk móti føroysku alivinnuni.
Á Bakkafrost hevði leiðslan mikudagin fund við sakførarar um málið, og stjórin á Bakkafrost, Regin Jacobsen, var tí ikki at hitta.
Duga ikki at spáa um úrslitið
Hvørki stjórin á Vestlax ella stjórin á Fiskasøluni duga at meta um niðurstøðuna av kanningini hjá ES. Hans Johannes á Brúgv vísir á, at sera trupult er at fáa greiðu á, hvat ES metir sum dumping, og hvussu tað verður definerað.
- Vit mangla at fáa greiðu á, júst hvat ákærurnar snúgva seg um, og hvat ES leggur í orðið dumping, sigur Hans Johannes á Brúgv.
Fyrru helvt av árinum í fjør vóru laksaprísirnir ikki so lágir, men seinnu helvt vóru teir óvanliga lágir. Kanningin hjá ES fevnir um alt árið í fjør, og spurt verður niður í smálutir, »einkultfaktura-niveau«, sum stjórin á Vestlax tekur til.
Noyðast at akta
Føroysku fyritøkurnar hava ongan annan møguleika enn at akta boðini frá ES og svara uppá spurningarnar í kanningini, tí annars kann føroyska alivinnan so í øllum føri vænta tiltøk frá ES, eru stjórarnir í Vestlax og Fiskasøluni samdir um. Harafturímóti hevur tað stóran tídning, tá niðurstøðan av kanningini er gjørd, at føroyingar duga at gera sína ávirkan galdandi, og duga at tosa sína søk.
- Í síðsta enda er tað ein politisk avgerð, hvørt revsitiltøk skulu setast í verk. Kanningin er bara grundarlagið undir henni. Tí hevur tað alstóran týdning, at føroyingar duga at leggja niðurstøðuna fram, sæð við okkara eygum, vísir Hans Johannes á Brúgv á.








