Høvdu vónað at fingið meira burturúr

Tiltakið hjá skótunum á Landssjúkrahúsinum leygardagin gav ikki væntaða yvirskotið.

Leygardagin skipaðu Skótalið Sigmunds Bresturssonar og Landssjúkrahúsið fyri loppumarknaði og uppboðssølu av gomlum innbúgvi og øðrum búnýti í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum. Samlaða sølan varð 72.000 kr.

Einki bjóðaði upp á bilin
Mikkjal Helmsdal fyri skótarnar sigur, at hann væntar, at tá útreiðslur og annað eru trektar av, verða umleið 35-40.000 kr. til skótarnar. Hetta er sjálvandi gott, men hann viðgekk eisini, at vónirnar høvdu verið størri enn hetta. Millum annað var ein bilur á uppboðssøluni, lægsta boð skuldi verða 50.000, fyri at Landssjúkrahúsið vildi selja. Men eingin kom við so høgum boði. So nú verður bilurin settur til sølu hjá einum bilsølumanni.
Mikkjal Helmsdal segði, at tað gekk stak væl at sleppa sær av við tallerkar og koppar og teir bíligastu møblarnar. Men tey dýraru tingini vóru truplari at selja Tað, sum ikki varð selt, endar nú á Endurnýtsluni á Sandvíkarhjalla.
Hetta tiltak var ein patur av uppruddingararbeiðinum hjá Landssjúkrahúsinum. Sambært Mikkjal Helmsdal, hava skótarnir lagt nógv arbeiðið í hetta tiltak, og samanlagt hava teir brúkt einar 500 arbeiðstímar.