Høvdu ryggin móti múrinum

Henrik Gerster vil ikki siga, at hann var bangin, eftir at Neistin hevði vunnið fyrstu finaluna. Men nervarnir gjørdu sjálvandi um seg, tá hann og Stjørnan stóðu við rygginum móti múrinum

Tað vóru mong, sum undraðust, tá Henrik Gerster, venjari hjá Stjørnuni, eftir bara 11 minuttum av triðju finaluni valdi at taka time-out.

Fyrstu minuttirnar av dystinum hevði Stjørnan annars sitið á øllum, og tær høvdu eina 3-0 leiðslu móti einum Neista-liði, sum als ikki tóktist vera til reiðar at fara undir ein triðja og avgerandi finaludyst.

Sjálvur segði Henrik Gerster tó eftir dystin, at grøna kortið ikki varð nýtt í ónøgd sum so.

- Tað var meira tað, at vit undan dystinum høvdu avtalað, hvussu álopsspælið skuldi koyra. Ikki minst við at finna tey hol, sum heilt víst fóru at vísa seg í Neista-verjuni. Men tann parturin av ætlanini varð ikki fylgdur, og tað ætlaði eg at rætta.

- Vit eru eitt lið, sum eru vanar at skora eini 10-15 kontra-mál, men Neistin dekkaði ótrúliga væl upp í sínum retur-renningum, og tí gjørdust vit kanska eitt sindur frustreraðir.


Góð reklama

Og so helt Henrik Gerster annars, at finaludystirnir millum Neistan og Stjørnuna vóru ein ótrúliga góð reklama fyri føroyskan kvinnuhondbólt.

- Dysturin í dag verður avgjørdur av tveimum ótrúliga góðum verjum og tveimum ótrúliga góðum málverjum. Sjálvandi eru 30 mál ikki nógv í eini finalu, men bæði liðini vardu sera væl, og so høvdu hinar finalurnar eisini kostað nógvar kreftir. Vit venjarar eru troyttir mentalt, og spælararnir eru tað ikki minni fysiskt. So har var avgjørt ikki nógv eftir, tá seinastu minuttirnir skuldu spælast. Og tá vóru vit kanska tað lítla petti sterkari enn Neistin.

Tit taptu fyrstu finaluna. Vart tú ongan tíð bangin fyri, at hetta fór at kiksa?

- Nei, ikki sum so. Stóri trupulleikin hjá okkum til fyrsta dystin, at vit stórt sæð hava spælt týdningarleysar dystir nú í næstan tveir mánaðir. Vit hava eisini spælt illa, men stigini eru so komin til høldar kortini. Og tí haldi eg ikki, at spælararnir vóru til reiðar at spæla eina finalu móti Neistanum.

- Hartil gjørdu vit eisini somikið nógv mistøk í dystinum í Havn, at tað visti eg ikki kundi henda aftur. Og at enda, so hava vit í Stjørnuni ikki tapt ein heimadyst nú í trý ár. Áskoðararnir her norðuri eru heilt fantastiskir stuðlar í so máta, og tað eru bæði spælararnir og eg ótrúliga fegin um, segði Henrik Gerster.