Síðan Hávardur Enni keypti seglbátin Enniway hevur hann verið fleiri langar túrar við bátinum. Fyri kortum sigldi Hávardur eitt nú til St. Kilda saman við fimm øðrum ungum:
- Tað var ein royndartúrur fyri at vita, um tað veruliga fór at bera til at stovna felagið. Og nú eri eg sannførdur um, at eg fari at stovna mítt egna felag, segði Hávardur, tá vit í gjár hittu hann á Kongabrúnni umborð á Enniway.
- Túrurin til St. Kilda var framúrskarandi. Tað er ótrúligt at sigla á opnum havi við seglbáti. Einki óljóð; bara vakra ljóðið frá aldunum. Og so tóku øll sera væl ímóti okkum allastaðni. Tað er ótrúliga stórur munur á at ferðast við báti og so við flogfari og kufferti. Tað er ein heilt onnur atmosfera, greiðir Hávardur frá, meðan hann ger bátin til reiðar til næsta túrin. Hávardur kom nevniliga aftur til Føroya við Enniway fríggjadagin, og longu í gjár fór hann aftur at ferðast við bátinum. Hesaferð sín fyrsta sølutúr í nýggja felagnum. Við á ferðini hevði Hávardur fimm ferðandi, sum høvdu keypt sær ferðaseðil við Enniway.
- Vit seta kósina móti St. Kilda, men enn vita vit ikki rættiliga, hvagar leiðin endaliga gongur. Veðrið hevur alt at siga, sigur Hávardur spentur.
Seglbáturin hjá Hávardi Enni er sera snøggur og hevur millum annað trý kømur, brúsu, vesi og køliskáp. Ein ferð við bátinum og Hávardi sum skipara kostar um 5000 krónur. Tá er alt uttan matur íroknað:
- Hetta verður helst seinastu túrurin í ár, men næsta ár ætli eg mær at leggja hart út og at verða bókaður alt summarið. Eg ætli mær millum annað at selja fýra langar uttanlandsferðir við bátinum, men somuleiðis at selja stuttar ferðir kring Føroyar. Slík bátafeløg eru allastaðni í heiminum, so hví skal tað ikki bera til her í Føroyum?, sigur ein bjartskygdur Hávardur Enni at enda.