Høvðusuppgávu um trúlovilsis- og vígsluringar

Heidi Glerfoss, 3-arin:

Í hesum døgum ger Heidi Glerfoss úr 3-arnum høvðusuppgávu um trúlovilsis- og vígsluringar. Í hesum sambandi ber til at støkka inn á gólvið og fáa eitt prát við Heidi og síggja úrvali av ringum. Eisini ber til at verða við at sniðgeva sínar egnu ringar við tí vælumtøkta programminum Love Design. Til ber at ringja til 3-aran á 353535 og frætta meira.