Tony Blair, sum er serligur sendimaður hjá teirri sokallaðu Miðeystur-kvartettini (ST, USA, ES og Russland) var mikudagin á veg við flogfari úr Egyptalandi til Ísraels, tá tvey ísraelsk jagaraflogfør nærkaðust flogfari hansara og gjørdu seg til at leypa á.
Ísraelska flogvápnið hevði fleiri ferðir roynt at fáa samband við flogfarið við fyrrverandi bretska forsætisráðharranum, men tað hevði ikki svarað. Tí bar ísraelska herleiðslan ótta fyri, at talan kundi vera um eina yvirgangsatsókn, og tvey jagaraflogfør av slagnum F-16 vórðu send avstað. Sambært bretska blaðnum The Times vóru flogførini eftir øllum at døma vápnað við rakettum av slagnum Python.
Ikki fyrr enn tey bæði jagaraflogførini komu so nær flogfarinum við Blair, at flogskipararnir fingu boðað hinum frá, hvat teir høvdu í kvittanum, svaraði flogskiparin á flogfarinum hjá Blair. Sambært The Times vantaði tá lítið í, at ísraelsku jagaraflogførini skutu.
Sambært blaðnum bleiv Tony Blair ikki kunnaður um málið, fyrr enn flogfar hansara hevði sett seg í Betlehem.
Ísraelska blaðið Maariv skrivar, at tað vóru tekniskir trupulleikar, sum gjørdu, at flogskiparin á flogfarinum við Blair ikki fekk givið boð frá sær. Blaðið skrivar frá fregnartænastukeldum, at flogvápnið er sera vakið í hesum tíðum, tí vandi kann vera fyri, at Hizbollah-rørslan fer at senda smá flogfør inn í ísraelskt loftrúm at søkja at málum í Ísrael.










