Hættisligir jødar skuldu skrásetast

Formaðurin í tí sera víðgongda Jobbik-flokkinum í Ungarn hevur biðið stjórnina um eitt yvirlit yvir allar jødar, sum kunnu metast at vera ein hóttan fyri landsins trygd. Kravið hevur fingið øði í jødiskar leiðarar, sum siga tað minna um tann facistiska politikkin, sum endaði við Holocaust.

Formaðurin í Jobbik, Marton Gyongyosi, hevur sagt, at tað er neyðugt við einum tílíkum yvirliti orsakað av teimum seinastu hendingunum í Gazageiranum.

Ungarska stjórnin hevur fordømt kravið hjá Jobbik-formanninum. Stjórnin sigur, at hon fer framhaldandi at virka ímóti víðgongdum, rasistiskum og antijødiskum røddum. Marton Gyongyosi segði í dag, at fólk hava misskilt tað, sum hann segði.

Millum 500.000 og 600.000 ungarskir jødar doyðu í teimum nazistisku týningarlegunum, teir flestu í Auschwitz.

Jobbik hevur 44 av teimum 386 sessunum í ungarska tjóðartinginum.