- Vit klára at hóra undan í dag. Men verður ein loysn ikki funnin í dag, so verður støðan hættislig, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum.
Hóast Føroya Pedagogfelag, sum lýsti verkfall í morgun klokkan átta fyri allar pedagogar, ið arbeiða fyri Almannaverkið og sjálvsognarstovnar undir Almannaverkinum, hevur givið 20 pedagogum afturat undantak frá verkfallinum, er støðan als ikki nøktandi, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum.
- Vit klára okkum á flestu økjum í dag, men á fleiri stovnum eru umstøðurnar ikki nøktandi. Og verður ein loysn ikki funnin í dag, so verður støðan beinleiðis hættislig, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum.
Almannaverkið hevur biðið um undantak frá verkfallinum fyri 135 limir í Pedagogfelagnum, og tað er ikki nóg mikið við teimum 109 undantøkunum, sum Pedagogfelagið hevur givið.
- Vit hava brúk fyri 135 undantøkum frá verkfallinum, um lív og heilsa hjá búfólki og viðskiftafólki í Almannaverkinum ikki skal verða sett í váða, sigur Edvard Heen.
Fasti gerðarrætturin gav í gjár Pedagogfelagnum viðhald í, at verkfallið sum byrjaði í morgun, er ikki óheimilað.