Hótti við hópdrápi í skúla í Noregi

Ein 15 ára gamal drongur hótti við hópdrápi í einum skúla í Lørenskog nærhendis Oslo Norska løgreglan tók í nátt ein 15 ára gamlan drong, sum er undir illgruna fyri at hava havt ætlanir um at myrða fleiri fólk í einum skúla í Lørenskog uttan fyri Oslo.

Løgreglan sigur, at drongurin legði eina sjónbandsupptøku út á YouTube seinnapartin í gjár. Á upptøkuni eru myndir av seks lærarum á skúlanum og eini boð um eitt komandi hópdráp.

Tann 15 ára gamli drongurin gongur í 10. flokki í Lørenskog. Hann hevur viðgingið, at tað var hann, sum legði hóttanina út á internetið í gjár, skrivar Aftenposten.