Hóttanin mót alt lív er fávitska

Unn í Dali

Citat frá Chief Dan George:

Um tú tosar við dýrini,
tosa tey við teg.
Um tú ikki tosar við tey,
lærir tú tey ikki at kenna.
Og tað tú ikki kennir,
gevur tær ótta.
Tað tú óttast drepur tú.

Vit kunnu, um vit ynskja tað, læra ómetaliga nógv av okkara sambúgvum her á jørð. Kettan lærir teg, at finna frið við tær sjálvum, at virða teg sjálvan og tað sum er. Hygg eina ferð, hvussu hon gevur sær tíð at sleikja sær, at hvíla og finnur fri.
Hundurin lærir teg trúðfesti og endaleysan kærleika. Hygg, hvussu hann fylgur øllum tú gerð og hvussu hann oysur kærleika til tín, óansæð hvussu tú handfert hann. Hann baktalar teg ikki.
Fuglurin, sjálvt um tú hevur sett hann í búður. Hann lærir teg, at syngja og lovprísa lívi. Sjálvt um øll eggini fórust, so syngur hann av hjartanum. Hann finnur gleðina aftur, beint sum sólin rísur. Ein nýggjur dagur, ein nýggjur sangur.
Eiturkoppurin vísur okkum, hvussu vit kunnu spinna okkara lívsleið við gávum. Hvussu vit lætt kunnu ganga leiðina, uttan at snáva.
À henda hátt tosa tey við okkum, hvønn dag. Uttan at ótolnast og fordøma, at vit ikki lurta og uttan mun til, hvørji vit eru, so tosa tey við okkum. Kongar og biddarar eru líka, í eygunum á okkara sambúgvum og Gudi.
Illviljin móti okkara sambúgvun, er grundaður á fávitsku. Hygg at teimum og Guds orði: Kettan = elska teg sjálvan, so tú eisini kan elska onnur.
Hundurin = Tann endaleysi kærleikin og trúfesti.
Fuglurin = lovprís lívi í takksemi, syng eisini fyri teimun, sum einki eiga, so tey kunnu eiga sang.
Eiturkoppurin = halt leið tína reina og óttast ei morgindegnum.
Eitt serliga kent dømi, nú várið er í nánd. Eg hugsi her um allar hvølparnar og kettlingarnar, sum verða dripnir á bæði líkinda og ólíkinda hátt. Uttan viring fyri tí einstakað og rættindi til lív, verður høvdið slitið av hesum forsvarsleysu kroppum. Og hugsa tær til, at mamman ber ikki illan huga til tín. Um tú steinar, druknar, blakar ella kroystur, hesi smáu hjørtu. Kettan ikki eingang rýmir og hundurin elskar teg, eins og Gud ger, óðansæð hvat tú gert. Fávitska og manglandi kærleiki, er orsøkin, til henda sorgarleik.
Ego-kærleikin blendar okkum menniskju. Vit halda okkum elska, bert við at hugsa, at vit elska.
Tað ber til, at taka ábyrgd, at handla! Fyribyrging av føðing av kettlingum og hvølpum, er ein veruligur møguleiki. Men bert, tá kærleikstankin er blivin ein útliva kærleikskensla.
Vit menniskju hava flutt okkum frá tí upprunaliga, sum er, at liva við náttúruni og kærleikskensluni, til at liva av nátúruni og kærleikstankanum.
Eitt dømi um tað, er maturin vit eta. Men bert tí vit hava valt at eta kjøt, er tað ikki neyðugt at slakta meir enn etið verður. Her er tað, at vit liva av náttúruni. Høvdu vit bert tikið tað, sum var neyðugt, og harvið víst virðing, livdu vit við náttúruni. Og tað hevði verið nokk av mati til øll. Tað fara fleiri tons av matvørum um árið, enda sum rusk her heima í Føroyum, grundað á vanvirðing/fávitsku og tørvandi kærleika. Menniskjur doyggja av svongd, kring allan heim, av somu orsøk. Jesus heitti á, at samla allar molarnar saman so onki fór til spillis.
Vit eiga ábyrgdina. So einkult er tað. Men eiga vit kærleikan?
Millum nærum øll dýr í Føroyum er kettan ikki eitt upprunadýr, ei heldur hundurin. Tað eru vit menniskju, sum hava valt, at hesi dýr skulu vera her. Sum tænarar skulu tey hjálpa okkum. Hundarnir nýtast sum seyðahundar, vagthundar, førarahundar og til pynt. Kettan sum rottu- og músafangarar og eisini til pynt. Vit hava ábyrgdina av, at hesir arbeiðsomu og trúfastu sambúgvar, sum vit hava valt at takað ræði á, verða handfarnir við virðing og kærleika.
Óvitanin hevur sníkt seg sum tjóvur á nátt, innyvir hjørtu okkara og kølt tey niður. Vit hava nýtt heilan so leingi, at vit hava gloymt at liva hjarta. Tíðin er nú komin, at vit velja at liva við náttúruni, og liva kærleikskensluna.
Áhugavert er tað, at tað einasta organið, sum ikki er virt í mumiunum, funnar í Egyptalandi, er heilin. Hann er sogin úr høvdunum og koyrdur burtur sum óbrúkilit rusk!