Gunvá við Keldu, borgarstjóri
-------
Tað er púra burturvið, um landsstýrið nú ætlar í holt við nýggjar vegagerðir, samstundis sum hóttandi vegastrekki sum viðareiðisvegurin, leirvíksvegurin og tunlarnir norður um fjall verða gloymd.
Í vikuni var Annika Olsen, landsstýriskvinna, í Degi og Viku og boðaði frá, at hon í komandi fíggjarárum fer at seta milliónaupphæddir av til ein nýggjan veg úr Tórshavn, sum verður sagdur at vera alneyðugur at gera, nú Skálafjarðartunnilin ætlast settur í gongd.
Skálafjarðatunnilin
elvir til aðrar íløgur
Útsøgnin hjá landsstýriskvinnuni avdúkar nakað, sum var væntandi, nevniliga, at Skálafjarðartunnilin, sum sigst vera uttan kostnað fyri landskassan, fer at krevja fleiri avleiddar íløgur av landinum, tí landsveganetið uttan um hendan ætlaða tunnil má lagast til nýggju ferðsluna, og hendan nýggja íbindingin í Havnina er tann fyrsta av óivað fleiri slíkum íløgum, sum nú brádliga fáa stóran skund at gera.
Tí eru allar orsøkir til at rópa varskó, tí tað kann ikki koma upp á tal, at okkara hart kroysti landskassi nú skal byrja upp á nýggjar vegaíløgur, áðrenn vandamiklar farleiðir kring landið, sum hava bíðað leingi, verða gjørdar.
Tað kann ikki koma upp á tal, at landsstýriskvinnan fær loyvi til at raðfesta soleiðis, samstundis sum undantaksstøða er á fleiri vegastrekkjum, eitt nú her í Norðoyggjum og ikki minst í Leirvík, har fleiri sera álvarsamar hóttanir hanga í luftini.
Viðareiðisvegin
áðrenn ringvegin
Tað er hugstoytt at hoyra eina landsstýriskvinnu, sum jú skal hugsa um alt landið, vera so spenta eftir at gera ein nýggjan ringveg uttan um Havnina, tí nú skulu vit í skundi hava enn ein undirsjóvartunnil, samstundis sum Viðareiðisvegurin, sum í áravís hevur bíðað eftir játtan frá landsstýri og løgtingi, ikki verður tikin upp á tungu, og heldur ikki tunlarnir norður um fjall, sum fyri nógvum árum síðan gjørdust ótíðarhóskandi og í dag als ikki liva upp til tey krøv, sum dagsins samfelag krevur.
Slík raðfesting er uttan fyri alt mark.
Tað má tí vera eitt avgjørt krav frá okkum, fólkavaldu kring landið alt, at landsstýrið ikki nú tekur vegaíløgur, sum kunnu bíða, fram um aðrar vegir, har omanlop og leysir klettar eru ein daglig hóttan, sum kann fáa álvarsamar avleiðingar.
Leirvíksvegin áðrenn
Skálafjarðartunnilin
Tað var longu í apríl 2006, at Norðoyatunnilin varð tikin alment í brúk, og tá hevði tann verkætlanin verið í gongd í eitt áramál.
Nú skriva vit 2010, og kortini er ein týðandi og avgerandi partur av hesum projekti framvegis ikki gjørdur, nevniliga ein partur, sum landsstýrið og løgtingið hava ábyrgina av: Leirvíksvegurin!
Tí er tað púra burturvið, at avvarðandi landstýriskvinna, sum framvegis ikki hevur fingið greiðu á hesum vegnum, sum hoyrir til Norðoyatunnilin frá 2006, longu nú tosar um at seta milliónaupphæddir av til ein veg í Havn, sum hoyrir til ein nýggjan undirsjóvartunnil, ið enn ikki er komin nakran veg.
Her haltar álvarsliga við logikkinum.
Hví slíkan skund við
nýggjum projektum?
Mín staðiliga áheitan á allar landspolitikarar skal tí vera: Bíðið við at seta nýggj tunnils- og vegaprojekt í gongd, til verandi vegir og tunlar, sum í dag eru ein hóttan, eru gjørdir í tíðarhóskandi stand!
Ovast á hesum lista eru eitt nú viðareiðisvegurin, leirvíksvegurin og tunlarnir norður um fjall, sum allir í dag eru ein hóttan og ein forðing fyri mannsømiligum korum fyri tað fólk, sum búleikast á hesum leiðum.
Hvussu leingi skulu tunlarnir norður um fjall bíða, samstundis sum nýggjar verkætlanir verða settar í verk? Og hví hava slíkan skund við nýggjum projektum, so sum Skálafjarðartunlinum, tá ið vit frammanundan hava eitt væl útbygt vega-, brúgva- og tunnilssamband millum nevndu landspartar?