Iran hóttir nú við at søkja at Ísrael og øllum amerikonskum herstøðum í Miðeystri, um amerikanarar og ísraelsmenn leypa á mál í Iran. Tað skrivar tíðindastovan Reuters úr Teheran.
Keldurnar hjá tíðindastovuni vísa á, at ísraelska stjórnin hevur nevnt, at landið fer møguliga at søkja at Iran, um samráðingarnar um ta iransku kjarnorkuverkætlanina ikki geva nakað úrslit. Keldurnar vísa eisini á, at amerikanskir politikarar hava nevnt sama møguleika.
Reuter endurgevur iranska heryvirmannin Amir Ali Haji Zadeh fyri at siga, at Iran hevur rakettir, sum kunnu raka Ísrael og allar tær amerikonsku herstøðirnar í Miðeystri. Sambært heryvirmanninum er Iran ført fyri at svara aftur nakrar fáar minuttir, eftir at landið er álopið.