Heili tíggju fakfeløg, sum hava fólk í starvi hjá Tórshavnar Býráð, hótta nú við at seta tiltøk í verk ímóti býráðnum.
Tað eru nýggju reglarnar, sum býráðið hevur sett í verk fyri prívatum ørindum hjá starvsfólkum, sum hava fingið ilt í fakfeløgini.
Býráðið hevur samtykt, at hereftir skulu starvsfólk ikki kunna fara til lækna, ella tannlækna í arbeiðstíðini, uttan at verða drigin í løn.
Samstundis sleppa tey bara at fylgja sínum allarnærmastu til gravar, uttan at verða drigin í løn.
Brot á sáttmálan
Fakfeløgini siga, at tey viðurkenna rættin hjá kommununi at seta í verk fyriskipanir, sum eru ein nátturligur partur av leiðslurætti arbeiðsgevarans.
? Vit viðurkenna tí rættin hjá Tórshavnar kommunu innan fyri hesar karmar og innan fyri vanliga rímiligheit at gera regluferð fyri, hvussu privatørindi hjá starvfólkinum skulu avgreiðast í arbeiðstíðini.
Hinvegin vísa tey á, at í mong ár eru starvsfólkini ikki drigin í løn, tá tey hava verið til jarðarferð, hjá lækna, tannlækna og líkandi ørindi í arbeiðstíðini.
? Hesi viðurskifti eru tískil ein partur av galdandi sáttmálagrundarlagi, bæði millum Tórshavnar kommunu og tað einstaka starvsfólkið og millum kommununa og undirritaðu verkafeløg, sum stilltigandi og útfyllandi partur av sáttmálunum.
? Av hesi orsøk, kann kommunan ikki uttan avtalu við undirritaðu verkafeløg í verandi sáttmálaskeiðum taka burtur rættin hjá starvfólkinum til løn, tá tey mugu til lækna, tannlækna ella líknandi privatørindi í arbeiðstíðini.
Feløgini siga, at reglurnar tískil eru sostatt beinleiðis brot á sáttmálan.
Tey siga, at hetta er eitt álvarsmál og tey krevja tí at fáa fund við Býráðið um hesi viðurskifti.
Og hava feløgini ikki fingið fundarboð frá býráðnum í seinasta lagi hósdagin á middegi, tilskilað tey sær rætt til at seta tiltøk í verk.
Og tey 10 feløgini, sum talan er um, eru: Starvsmannafelagið, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Føroya Byggifrøðingafelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Verkfrøðingafelag, Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, Magistarafelag Føroya og Havnar Handverkarafelag.
Fáa fund
Jan Christiansen, borgarstjóri sigur, at sjálvsagt fáa fakfeløgini fundarboð.
Hann sigur, at høvdu tey vitað, at tað bleiv sovorðið rumbul burturúr hesum, hevði býráðið taklað tað ørðvísi.
Men Jan Christiansen sigur, at talan er um at fáa greiðar mannagongdir fyri teimum privatum ørindum hjá starvsfólki.
Men hann heldur framvegis, at tað er ikki rætt, at skattgjaldarin í Havn skal betala starvsfólkið hjá býráðnum løn, tá ið tey eru í privatum ørindum.
?Eg vóni at vit finna eina loysn, sum báðir partar kunnu góðtaka, men eg havi eina samtykt í fíggjarnevndini, sum eg má halda meg til og fíggjarnevndin hevur samtykt, hvussu reglarnar skulu vera, sigur borgarstjórin í Havn.










