Hótta við at lata viðtaluhølini aftur

Í morgun hava tær donsku regiónirnar sagt upp sáttmálan við teir praktiserandi læknarar, eftir at samráðingar í fleiri mánaðir ikki hava givið nakað úrslit. Frammanundan tykist greitt, at stjórnin fer at leggja upp í trætuna beinan vegin við lóg.

Formaðurin hjá læknunum, Henrik Dibbern, segði í gjárkvøldið, at læknarnir fara ikki at lata viðtaluhølini aftur, fyrr enn teir síggja stigið hjá stjórnini. Men hann lat ongan iva vera um, hvat kann henda.

-Um stigið hjá stjórnini bara líkist tí, sum regiónirnar hava lagt fyri okkum, so fara sjúklingarnir at koma á læstar dyr, tá teir fara til lækna, segði Henrik Dibbern.

Í Danmark eru 3.600 praktiserandi læknar, ið eru skrásettir sum sjálvstøðugt vinnurekandi. Viðtaluhølini eru umleið 2.100 í tali.