Fleiri fakbólkar í Danmark skipa í dag fyri tiltøkum fyri at vísa sína misnøgd við ætlanina hjá stjórnini at taka eftirlønarskipanina av. Í nøkrum býum eru tað bussførarar, sum hava lagt arbeiðið niður, og í summum havnum arbeiða lossingarmenninir ikki í dag.
Í gjárkvøldið ljóðaði, at starvsfólk í floghavnunum í Århus og Kastrup ætlaðu sær at leggja arbeiðið niður, soleiðis at einki ferðagóðsk bleiv avgreitt.
TV2 skrivar, at í Kastrup ætla starvsfólkini at leggja arbeiðið niður hálvan annan tíma, og at tiltakið ætlandi verður so umfatandi, at floghavnin má lata aftur, soleiðis at tað kann hava avlýsingar við sær.
Søren Hedegaard Nielsen, sum er talsmaður hjá floghavnini í Kastrup, sigur, at verður talan um eitt umfatandi tiltak, kann leiðslan ikki forða tí. Sambært talsmanninum hevur amerikanska flogfelagið Delta Airlines avlýst eina ferð úr Kastrup til New York á middegi.