Uppreistrarmenninir í Sýrialandi hótta nú við at venda sær til yvirgangsfelagsskapin al-Qaeda, um teir ikki fáa hjálp frá londum í Vesturheiminum.
-Vit vilja ikki hava al-Qaeda higar, men vil eingin annar hjálpa okkum, fara vit at biðja teir um hjálp, sigur uppreistrarleiðarin Abu Ammar við tíðindafólk, sum eru í býnum Aleppo.
Tað hevur ljóðað fleiri ferðir í seinastuni, at sokallaðir heilagir stríðsmenn eru komnir úr øðrum londum til Sýrialands at berjast saman við uppreistrarmonnunum. Eitt nú vil amerikanska uttanríkisráðið vera við, at limir úr teirri iraksku deildini hjá al-Qaeda eru í Sýrialandi.
Útlendsk tíðindafólk í Sýrialandi hava tær seinastu vikurnar sagt frá hermonnum úr eitt nú Algeria, Kekenia, Fraklandi og Svøríki millum uppreistrarmenninar.