IRAK
? Vælsignaðir, farið úr Irak. Eg vil ikki doyggja, segði Kim Sun-il á sjónbandinum, sum arabiska sjónvarpið Al-Jazeera sendi sunnukvøldið.
Aftan fyri hann hekk eitt skelti við navninum á yvirgangsfelagsskapinum Jama'at al-Tawhid, sum jordanski yvirgangsmaðurin al-Zarqawi er oddamaður í, og sum hevur tætt tilknýti til al-Qaeda. Ein av burturflytarunum segði á sjónbandinum, at tekur Suðurkorea ikki sínar hermenn úr Irak og sleppur ætlanini um at senda 3.000 hermenn afturat hagar, verður Kim Sun-il hálshøgdur.
Tann 33 ára gamli Kim Sun-il varð burturfluttur í irakska býnum Falluja tann 17. juni. Hann arbeiddi sum tulkur hjá einari suðurkoreanskari fyritøku, sum flytir útgerð fyri amerikanska herin.
Stjórnin í Seoul helt kreppufund sunnukvøldið, og har bleiv avgjørt at halda fast um ætlanina at senda fleiri hermenn til Irak. Varauttanríkisráðharrin, Choi Young-jin, segði, at stjórnin fer at gera sítt ítarsta fyri at finna tann burturflutta Kin.
Frammanundan eru 670 suðurkoreanskir hermenn í Irak.