Koyringin á Spa-Francorchamps er tiltikin regnkoyring, veðrið er sera óstøðugt í Belgia hesa ársins tíð, og hetta hevur ofta skapt spenning á breytini. Sambært danska TV2, hevur bert ein av teimum seinastu 15 formel 1 koyringunum á Spa-Francorchamps verið í turrveðri. Hetta vikuskiftið var einki undantak, við sera skiftandi veðri.
Fríggjadagsvenjingin áðrenn formel 1 koyringina, hevði einans tríggjar luttakandi bilar, Vitantonio Liuzzi koyrdi í umleið 20 sekund á breytini, áðrenn bilurin aqua planaði og varð smildraður móti autoverjunum, Robert Doornbos í Minardi var samstundis á breytini, og koyrdi spakuliga aftur í pit. Eina løtu seinni koyrdi Fernando Alonso eitt varisligt umfar. Men tað oysti niður, og nógva regnið fekk allar bilarnar at verða verandi í pittinum.
Leygardagin var turt meðan tíðarkoyringin var, men løtu seinni fór at regna, og hetta ávirkaði GP2 koyringina, ið var aftan á sera nógv.
Sunnumorgunin oysti niður, hetta hevði eina ógvusliga ólukku við sær, tá danski standardbil koyrarin Kurt Thiim, reyk nógvar metrar upp í luftina við sínum mini bili, bilurin bóltaði rút fleiri ferð og var fullkomiliga smildraður. Thiim sjálvur fekk nøkur blá merki, men slapp annars óskalaður.
Meðan sjálv koyringin var, regnaði ikki men breytin var vát. Hetta ávirkaði koyringina nógv.