Tá ið Norrøna sigldi til Esbjerg, fóru teir lokalu havnaarbeiðarnir umborð at surra.
Men soleiðis er ikki í øðrum donskum havnum.
Tá nú Norøna fór at sigla til Hirtshals, valdi Smyril-line at gera sum onnur reiðarí gera at lata manningina sjálva gera hetta arbeiði.
- Tað er rætt, at vit hava hoyrt graml um, at teir í Esbjerg vilja hava stóra felagið 3F at blokera Norrønu í Hirtshals, sigur Rúni Olsen, maritimi leiðarin á Smyril-line.
Enn er tó einki hent.
Havnaarbeiðarnir í Esbjerg hava eisini ført fram, at manningin á Norrønu ikki er í fakfelag.
- Tað er ikki rætt, tí øll manningin er limur í Føroya Fiskimannafelag, sigur Rúni Olsen.