Í vikuni royndi ein maður úr Peru at smugla meiri enn hundrað hítir, sum hann hevði fylt við kokaini, til Suðurkorea.
Maðurin hevði svølgt tær nógvu hítirnar, men á flogferðini til Seoul var hann so óheppin, at tríggjar av hítunum brustu í maganum á honum. Tá flogfarið var í ferð við at seta seg í Seoul, kæørdi maðurin seg um, at hann hevði so ilt í maganum. Hann var ð tí fluttur á sjúkrahús, so skjótt sum flogfarið hevði sett seg, men læknarnir fingu einki gjørt.
Suðurkoreanska løgreglan sigur, at tann 35 ára gamli Hugo Jose Collazos Hidalgo hevði svølgt 115 hítir við 900 gramum av kokaini. Um deyðsorsøkina verður sagt, at hann doyði av ovurnýtslu.