Hátíðarløta í Svínoy

Komandi leygardag verður ein serligur dagur úti í Svínoy. Til ber at síggja húsini Úti á Bø, sagt verður frá um søgur og avintýr, greitt verður frá kirkjuni og kirkjugarðinu, og Tórshavnar manskór fer at syngja

Skráin fyri dagin er hendan:

Húsini ”úti á Bø” verða víst fram frá klokkan 13 til 15. Hesi húsini eru frá 1862.

Óli á Geilini ferð at siga frá søgur og sagnir og ævintýr klokkan 15-16

Heri Joensen prestur fer at siga søguna um kirkjuna og kirkju garðin klokkan 16-17


Skjóttgangandi báturin hjá Norðlýsinum fer at sigla undir Svínoynna.

Tórshavnar manskór fer at syngja í kirkjuni kl 19 - 20.30


Másin siglir eykatúr úr Hvannasundi klokkan 12 til Svínoyar og út aftur eftir fólki klokkan 22 úr Hvannasundi. Siglitíðin er umleið 45 minuttir.



------------

MYNDATEKSTUR:

Húsini úti á Bø eru frá 1862