Hátíðarheldur virðisløn við unnustu og sjampanju

- Virðislønin skal hátíðarhaldast saman við unnustuni og eini sjampanjufløsku, sigur Olaf Johannesen, sum í gjárkvøldið vann eina Robert virðisløn fyri sín leiklut sum forsætisráðharri í sjónvarpsrøðini Brotsgerðin.

 

Í løtuni er Olaf Johannesen staddur í Týsklandi, har hann spælir við í leikinum Peer Gynt.

 

- Eg fekk boðini, um at eg hevði vunnið, beint eftir sýningina hjá okkum. Eisini sá eg á telefonini, at eg hevði fingið nógv sms-boð og uppringingar frá fólkum, ið ynsktu mær tillukku, sigur Olaf Johannesen.

 

Portalurin prátaði við Olaf Johannesen fyrrapartin, og til ber at hoyra alla samrøðuna niðanfyri, har Olaf Johannesen eisini greiðir frá, hvønn týdning henda virðislønin kann fáa fyri føroyska leiklist.