Hátíðarhalda valrættin hjá kvinnum

28. apríl í 1916 kom lóg í gildi í Føroyum, har øll yvir 25 ár fingu valrætt og valbæri til Føroya Løgting. Tað vil siga, at eisini kvinnur og ognarleys fingu henda rættin. Sostatt var tikið eitt stórt stig á leiðini til størri fólkaræði.


Demokratia, ið arbeiðir við at økja um leiklutin hjá kvinnum í løgtingi og kommunustýrum, hevur tikið stig til at skipa fyri hátíðarhaldi í hesum sambandi.


Ein fjølbroytt skrá er sett saman, har høvi verður at hoyra og síggja ymiskt bæði í álvara og gaman. 


Hátíðarhaldið verður 30. apríl kl. 14 í Norðulandahúsinum. Hátíðarhaldið er ókeypis, og øll áhugað eru vælkomin.