Í dag er skírhósdagur, ið er hósdagurin í stilluviku. Dagurin verður eisini nevndur fyri skírisdagur.
Dagurin er ein partur av teimum kristnu páskunum, og er tað serliga tvær hendingar í lívi Jesusar, ið kristin um allan heim minnast hendan dagin.
Fyrra hendingin er heilaga kvøldmáltíðin, ið var síðsta máltíðin, ið Jesus át saman við sínum lærisveinum. Tað var tá, at Jesus álegði lærisveinunum at minnast seg og verkið á Golgata, við at eta breyðið, sum ímyndar likam Jesusar, og drekka vínið, sum ímynd av blóði Jesusar.
Kvøldmáltíðin er upprunin til breyðbrótingina, ið flestu kirkjur og samkomur í Føroyum regluliga halda.
Hin hendingin er, tá Jesus vaskaði føtur lærisveinanna. Hetta gjørdi hann fyri at leggja dent á týdningin at tæna hvør øðrum.
Tað er frá tí hendingini, at navnið skírhósdagur kemur frá. Orðið skír merkir reinur.
Tað er ikki so vanligt í Føroyum at vaska føturnar hjá hvørjum øðrum, men í katólski trúnni er tað ein føst siðvenja, at pávin skírhósdag vaskar føturnar á øðrum.
Siðvenja hevur verið, at hann hevur vaskað føturnar á fangum, men í fjør valdi pávin ein annan leist. Tá fór hann nevniliga til eitt móttøkustøð fyri flóttafólk, har hann vaskaði 12 flóttafólkum um føturnar. Flóttafólkini vóru fýra ungir katolikkar úr Nigeria, tríggjar koptiskar kvinnur úr Eritrea, tríggir muslimar og ein hindu.
Harumframt var tað eisini aftaná kvøldmáltíðina, at Jesus fór í urtagarðin í Getsemane, har hann varð svikin av Judasi Iskariot.
Til ber at lesa um hendingarnar skírhósdag í øllum fýra evangeliunum, í Jóhannes, kapittul 13-18, Matteus, kapittul 26, Markus, kapittul 14 og Lukas kapittul, 22.