Altíð havi eg sum gamal sambandsmaður hildi, at tað sum er mest umráðandi í útjaðaranum, er at standa saman, tá ið tað kemur til trivnað og tað fíggjarliga.
Heilt nógvir sambandsmenn í Hósvík stóðu saman um at tey/teir ikki vildu hava nakrar broytingar í framtíðini. Hetta er ikki óvanligt fyri sambandsmenn.
Tó skal sigast, at tað finnast tvey sløg av sambandsmonnum í dag. Hetta er fólk ið vilja hava broytingar, onnur ikki.
Vit sum sita í bygdaráðnum vita, at vit hava fingið ábyrgdina av at reka og menna bygdina fyri eitt valskeið ísenn.
Bygdaráðið hevur tosað nógv um, at tað er rætt at royna at leggja saman kommununar í Sundalagnum. Her vóru vit ikki heilt samd at byrja við. Hetta er tó broytt nógv ta síðstu tíðina, tí vit síggja at hetta er neyðugt, fyri at vit ikki skulu fáa alt ov nógva umsiting og møguliga fíggjarligar trupulleikar í kommununi.
Eitt komandi bygdaráð fær at síggja, hvussu trupult tað verður at fáa endarnar at røkka saman, tá ið Landsstýrið er liðugt at leggja allar uppgávurnar út á kommununar.
Hetta er nakað sum Landstýrið arbeiðir nógv við í løtuni.
Eg vóni, at vit í bygdaráðnum framvegis kunnu arbeiða fyri einum møguligum barnagarði/vøggustovu/frítíðarskúla í Hósvík.
Tey flestu sum búgva í Hósvík, vilja hava ein ansingarstovn, sum skjótast.
Hetta verður sjálvandi ikki lætt, tí hesin fer at kosta kommununi nógvan pening.
Vit skulu tó klára at gjalda byggingina.
Tað sum eg síggi fyri mær er, at tað verður sera trupult at reka henda stovn og møguliga núverandi dagrøkt, tí vit eru so fá fólk í Hósvík til at fáa hetta at bera til.
Vit skulu heldur ikki gloyma, at vit hava í løtuni ein barnaskúla, sum er ov lítil í dag.
Skúlin má møguliga útbyggjast longu komandi valskeið.
At bara Hósvík segði nei, tá ið atkvøðugreiðslan var um samanlegging, má koma sera óvart á nøkur/ nakrar nei-veljarar. Og sera óvart á okkum, sum søgdu ja.
Eitt er heilt greitt, at Hósvík kemur ikki at hava eitt skattaprosent á 17% ella 17,5% í framtíðini við at standa einsamøll.
Vit í bygdaráðnum gera ikki meira við málið um samanlegging við Sunda kommunu á hesum sinni. Vit mugu góðtaka at meirilutin av Hósvíkingum ikki vil leggja saman við kommunum norðanfyri. Tað fer bara at krevja nógv meira av okkum, sum sita í bygdaráðnum nú og teimum, sum til næsta valskeið skulu yvirtaka.
Men fáa vit eina sterka áheitan frá bygdafólkinum, um at gera meira við málið, so fara vit at umhugsa støðuna.
Eg vil bara til síðst vóna, at bæði ung sum gomul framvegis fara at støðast í Hósvík.