Í dag er minni vanligt at síggja skip landa á Eiði, enn tað onkuntíð hevur verið. Tað merkir tó ikki, at Norðís Seafood liggur í fiskaloysi. Virkið keypir meginpartin av ráfiskinum á uppboðssøluni á Toftum og frá P/F Beta í Saltangará. Hetta riggar eftir øllum at døma væl, tí á Eiði siga tey, at tey hugsa slett ikki um koyringina longur. Koyringin gongur heldur ikki útyvir fiskin, tí hann er í kassum allan vegin.
- Vit landaðu bátarnar her norðuri, men tað gera vit sjáldan longur, tí tú kanst ikki binda fólk og bjóða teimum ein arbeiðsdag um vikuna ella um mánaðin. Til tess er eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi ov stórur. Tí er tað heldur ikki lætt at fáa fólk at landa.
ÁEiði eru tey væl nøgd við tænastuna, tey fáa á Fiskamarknaði Føroya og hjá P/F Beta, sum hevur átta bátar og stóran og góðan bygning til fiskin.
- Hetta er góð leveransa, siga tey.
Tey siga, at t.d. P/F Beta ger tað møguligt hjá teimum smærru virkjunum at yvirliva, tí her kanst tú keypa tær nøgdir, tú hevur fyri neyðini.
- Alternativið kundi jú verið, at tú keypir fiskin frá tveimum partrolarum - einum "pari" - sum kanska hevur 200.000 pund, og tað er ein ov stórur biti at gloypa í okkara verð. Hetta er tískil ein nógv høgligari máti, enn um fiskurin varð landaður um bryggjukantin á Eiði.
Arbeiða mest upsa
Tá ið klaksvíkingarnir, Jóhan Páll og Hans David, saman við øðrum keyptu virkið á Eiði, varð dentur í fyrsta lagi lagdur á at keypa og virka hýsu, og fyri góðum ári síðan byrjaði Norðís eisini at roykja hýsu.
- Vit eru til arbeiðis hvønn dag á virkinum, men tað, vit arbeiða, er mest at kalla bara upsi. Síðan summarfrítíðina, sum var í tríggjar vikur fram til hálvan august, hevur bara verið turt gólv ein ella tveir dagar tilsamans. Hesa tíðina hava vit serliga arbeitt upsa, men hetta hevur ikki verið vanligt hesa tíðina av árinum. Orsøkin er, at næstan øll hýsan er farin óvirkað av landinum í hesum tíðarskeiði, serliga tann stóra hýsan.
ÁEiði siga tey, at hýsusesongin hjá virkinum vanliga hevur verið roknað frá august til apríl, men soleiðis hevur ikki verið í ár, nú november mánaði er umliðin.
- Ikki tí; bátarnir fáa nógva hýsu, men sum nevnt, kemur bert ein lítil partur til virkingar á landi.
Mai, juni og juli verður ikki roknað sum hýsutíð. Haraftrat plaga línubátarnir at fara út á djúpt vatn at royna um summarið. Aðrir pussa bátarnar upp, og at enda er hýsan vanliga verri fyri um summarið, samstundis sum lýggjari er í veðrinum, og fiskurin blotnar skjótari.
Nógv er til, men
fiskurin er smáur
ÁEiði siga tey, at bæði hýsan og upsin eru smærri, enn tey hava verið í fleiri ár.
Í síðstu viku greiddi ein av okkara royndastu virkisleiðarum, Jason Johannesen frá, at upsin er nógv smærri í ár enn í fjør.
- Her norðuri eru vit púra samd. Upsin er smærri, og hýsan er eisini so nógv smærri, enn hon hevur verið. Vit plagdu at siga, at 60-70% av hýsuni vigaði meira enn 1 kg., men í dag viga 60% av hýsuni minni enn eitt kg.
Menn plaga at halda tað vera gott tekin, tá ið nógv er til av smáum fiski, so vónandi verður tað so við upsanum og hýsuni.
- Skal tað loysa seg at arbeiða upsa, er neyðugt, at nógv fer ígjøgnum maskinurnar, men her hjá okkum er orkan ikki so stór. Vit noyðast tó, sum allir aðrir, at liva við tí, sum er.
- Alt broytist. Nú verður fiskurin koyrdur til dyrnar, høvuðsfiskaslagið er ikki tað sama, sum síðsta heyst, og fiskurin er nógv smærri, enn hann hevur verið. Hesa tíðina av árinum plagdi hýsan at vera álitið, men soleiðis er ikki í ár, og tað er ein stór broyting hjá okkum.
Samstarv millum virkir
ÁEiði arbeiða tey ikki nógvan tosk. Virkið samstarvar við Sammut í Klaksvík, sum Jóhan Páll og Johan David eisini eiga og Vestís í Sørvági, har Vesturvón er høvuðseigari. Áhesum báðum virkjunum arbeiða tey serliga tosk og nakað av upsa.
Norðís Seafood hevur higartil í ár tikið ímóti 2400-2500 tonsum av ráfiski, og tað er væl meira enn í fjør.
55-60 fólk arbeiða á virkinum. Tey flestu eru av Eiði, men nøkur eru eisini úr grannabygdunum.