Í morgun seldi Fiskamarknaður Føroya sløk 64 tons av fiski, sum fóru fyri tilsamans 990.000 krónur. Hýsuprísurin hækkaði munandi á marknaðinum í mun til undanfarnar sølur. Seinastu dagarnar hevur nógv verið frammi um, at hýsa veidd undir Føroyum hevur havt so lágan prís.
Orsøkin er, at okkara hýsumarknaður er í Bretlandi, og har vilja handilsketurnar ikki longur hava føroyska hýsu í sínum útboði, tí mett verður ikki, at hýsuveiðan undir Føroyum er burðardygg.
At kalla øll hýsa, sum er veidd undir Føroyum í seinastuni, er tí farin óvirkað av landinum til smákeyparar.
Við virking og sølu av frystum fiskavørum kunnu langtíðaravtalur gerast, har prísurin hugsandi eisini er meiri støðugur yvir eina longri tíð.
Tá Fiskamarknaður Føroya hevði sína regluligu sølu í morgun, seldi marknaðurin stívliga 8 tons av hýsu. Hetta eru ikki stórar nøgdir, men samlaða sølan í morgun var heldur ikki so stór, stívliga 63 tons.
Størstu nøgdirnar av hýsu, vóru hýsa 2. Talan var um tilsamans 5,7 tons, sum fóru fyri miðalprísin 12,79 krónur fyri kilo.
Sløk 800 pund vóru av hýsu 1, og her var miðalprísurin 16,70 krónur fyri kilo, sum er góður hýsuprísur - og í øllum førum nógv betri prísur, enn vit hava sæð seinastu tíðina.
Góð 2 tons vóru eisini av hýsu 3, sum fór fyri miðalprísin 12,90 krónur fyri kilo.
Besti miðalprísur fyri tosk, var fyri tosk 1, sum í morgun fór fyri 27,20 krónur fyri kilo, men talan var bert um góð 3.000 pund av bestu toskastøddini.
Góð 3,4 tons vóru av toski 2, sum fór fyri miðalprísin 25,75 krónur fyri kilo.
Tilsamans seldi Fiskamarknaður Føroya í morgun sløk 64 tons fyri 990.000 krónur.