Umleið 25 skip og bátar seldu tilsamans góð 157 tons á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum í dag, men prísirnir vóru lágir.
Góð 25 tons vóru av toski. Tað hægsta boðið upp á tosk var 14,80 krónur, og stødd IV, sum mest var av, fór fyri 12,29 krónur í meðal fyri kilo.
Hýsuprísurin er fallin nógv. Í dag vóru meiri enn 35 tons av hýsu á marknaðinum. Tað mesta var hýsa II og III, sum fóru fyri ávikavist 8,18 krónur og 7,52 krónur í meðal.
Eitt línuskip hevði verið sunnanfyri. Tað hevði 100.000 pund, harav 50.000 pund av longu og 30.000 pund av brosmu, men prísurin var vánaligur. Brosman fór fyri 7,00 krónur kilo, og longa III, sum skipið hevði mest av, fór fyri 9,04 krónur.
Eini 17 tons av hvítingi fóru fyri 7,31 krónur fyri kilo, og 10 tons av kongafiski fóru fyri 9,24 krónur í meðal.
Tey 157 tonsini, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, fóru fyri hálva aðru millión krónur.