Hetta vikuskiftið verða seinnu hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini í hondbólti.
Dystirnir eru hesir við tí fyrra úrslitinum í klombrum:
Kvinnur:
Leygarkvøldið klokkan 18: Kyndil-H71 (31-19)
Sunnudagin klokkan 14.30 VÍF-VB (28-18)
Menn:
Sunnudagin klokkan 16: VÍF-Kyndil (25-28)
Sunnudagin klokkan 16: Neistin-H71 (25-27) - Tróndur Arge sigur frá dystinum á Rás2
Hondbóltsviðmerkjarin hjá Rás2, Claus Rasmussen er ivaleysur í, at finalan hjá kvinnunum verður millum Kyndil og VÍF.
Tá er munandi meira opið hjá monnunum. Claus metir, at tað er sera týðandi fyri Neistan, at Rasmus Søby verður við sunnudagin. Tað verður ikki nógv sum fer at skilja VÍF og Kyndil. Claus minnir eisini á, at dysturin millum VÍF og Kyndil hjá monnum er eisini dysturin um at fáa tvey lið í finaluna. Tí tað er gott og væl givið, at kvinnufinalan kemur at eita Kyndil-VÍF.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr longra prátið Hilmar Jan Hansen gjørdi við Claus Rasmussen, sum metti um hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini.