Høsnarungin hevur súkkluskúla

Michael Rasmussen er framvegis óynsktur í altjóða súkkluheiminum, eftir at hann í fjør royndi at skáka sær undan doping-roynd. Og tá tú ikki kanst kappast móti teimum bestu, so mást tú gera okkurt annað. Tí er Michael Rasmussen – Kylling – nú millum lærararnar á einum súkkluskúla í San Diego í USA, har luttakaranir sleppa at royna seg í kapping, sum fevnir um seks dagar. Sjálv kappingin verður í døgunum 9. til 15. november, og á www.gftours.com ber til at tekna seg, um áhugi skuldi verið fyri tí.