Hósdagin verður sett á at bora Sandoyartunnilin

Hósdagin verður sett á at bora Sandoyartunnilin. Tað upplýsti Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum í Løgtinginum í kvøld.

 

Sett verður á at bora á Gomlu Rætt. Landsstýrismaðurin vísir á, at tað stendur í lógini fyri Eyaturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, stendur, at farast skal undir at bora Sandoyartunnilin í seinasta lagi í ár. Og tað tíðarfestingina ætlar hann sær at halda, og sostatt verður sett á at borða í ovurmorgin.

 

Tunnilin verður 10,9 kilometrar langur. Lægsta punktið er 155 metrar undir havbotninum og eins og í Eysturoyartunlinum verður mesta hallið 5 prosent Sandoyartunnilin kemur upp í Traðardali millum Skopun og Sand, og hann verður liðugur í 2023