Húsarannsóknir í íslendskum bankum

Tey, sum kanna umstøðurnar í sambandi við bankaskrædlið í Íslandi, hava í dag skipað fyri húsarannsópkn í minst trimum bankum í Reykjavíkarumráðnum. Vísir skrivar, at rannsóknarffólk hava verið í MP-bankanum, Seðlabankanum og ALMC, sum fyrr æt Straumur,og leitað eftir viðkomandi upplýsingum.

Ein talsmaður fyri Seðlabankan váttar fyri blaðnum, at rannsóknarfólk hava verið har.

Talsmaðurin hjá ALMC sigur við Vísir, at rannsóknarmenn hava verið í bankanum í dag, og at starvsfólk bankans útvegaðu teimum tað, sum teir vildu hava.