Áhugain fyri kórsangi her á landi hevur er meira enn øld gamal. Tí er natúrligt at kórsangur eisini hevur verið millum føroyingar í útlegd.
Í Keypmannahavn sungu føroyingar í kóri seinast í 1930-árunum. Ljómur varð kórið kallað, men lá stilt frá miðskeiðis í 1950, til Ólavur Hátún miðskeiðis í sekstiárunum byrjaði tað aftur.
Í 1971 varð Húsakórið sett á stovn. Júst afturkomin av konsertferð í Eysturríki við Havnarkórinum settu tey fýra, Ása Justinussen, Sólva Johannesen, Zacharias Sørensen og Kári Bæk sær fyri at stovna kór í Keypmannahavn, har tey høvdu sett búgv. Fyrsti kórleiðari hjá kórinum var Alex Sólstein, sum tað árið var á skeið í danska høvuðsstaðnum.
Húsakórið fór at halda til í Føroyahúsinum og harav kom navnið.
Í fyrstani var kórið ikki stórt – eini 15 sangarar, men við tíðini legðist afturat til tað síðst í nítiárunum taldi knapt 60 sangarar. Í dag syngja eini 40 sangarar í Húsakórinum.
Helst var fyrsta framførslan hjá Húsakórinum tá kórið sang til veitslu hjá Føroyingafelagnum á vetri 1972/73. Kórið sang annars fyrstu árini til ymisk mentanartiltøk í húsinum og hevði javnan konsert í Sámuelskirkjuni á Nørre Brúgv, har føroyska kirkjuliðið helt til.
Húsakórið er í dag sera virkið og syngur til hópin av tiltøkum í Keypmannahavnarumráðnum. Nevnast kann, at kórið hvørji jól syngur í Samuelskirkjuni til jólaguðstænastu, umframt at vitjað verður á Sjúklingahotellinum Tórshavn. Kórið eigur eisini stóran leiklut í sera vælumtóktu Norðuratlantisku jólakonsertini, sum hvørt ár verður fyriskipað í Helligåndskirkjuni á Strøgnum.
Niðurgangstíðinar í Føroyum miðskeiðis í 1990-árunum vóru uppgangstíðir hjá føroyskum kórsangi í Keypmannahavn. Húsakórið taldi tá um 55 sangarar og eitt føroyskt kór afturat, Mpiri, varð sett á stovn í býnum.
Húsakórið luttók og fyriskipaði í hesum tíðarskeiðnum nakrar av stóru Norðuratlantisku kórstevnunum, ið vóru hildnar í ymiskum donskum býum. Av størri verkum, sum Húsakórið, undir leiðslu av Marianne Clausen, framførdi hetta tíðarskeiðið, kunn nevnast Carmina Burana.
Kórið gav í 2005 gjøgnum Tutl út fløguna Sólarmessa, við sangum, sum kórið hevði sungið gjøgnum tíðina.
At kórið er eitt útisetakór ger, at stór útskifting alla tíðina er í hópinum. Soleiðis eisini millum kórleiðarar. Hesi 40 árini hevur kórið havt 11 kórleiðarar og ómøguligt er at meta um, hvussu mangir sangarar hava sungið í kórinum. Hetta viðvirkar alt til, at tónleikaliga støðið hevur verið skiftandi. Men kórið hevur, við sínum sterka sosiala profili, verið ein savningarmiðdepil millum føroyingar í Keypmannahavn seinastu 40 árini. Mong eru eisini tey, sum við gleði minnast aftur á tíðina í kórinum.
Vón mín er at instutitiónin Húsakórið framhaldandi fer at savna og gleða, ikki bara kórliminar, men eisini øll tey, sum fara at líða á.
Í samband við 40 ára hátíðarhaldið hjá kórinum verður skipa fyri gallakonsert á Norðuratlantisku bryggjuni á Christianshavn leygardagin 22. oktober klokkan 15.00.
----
Leif Hansen
Kórleiðarar í tíðarrøð:
Alex Sólstein 1971 – 1972
Sámal Júst Ziska Dahl 1972 – 1973
Knút Olsen 1972 – 1973
Christian Wahl 1973 – 1978
Marianne Clausen 1978 – 1979
Bjarni Restorff 1979 – 1984
Símun Andrass Andreasen 1984
Marianne Clausen 1984 – 2000
Sunleif Rasmussen 2000 – 2001
Tórður á Brúnni 2001-2010
Leif Hansen 2010 – 2011
Benjamin Gåsedal 2011 -