Føroyska felagið í Danmark, FC Amager, verður í donskum miðlum í dag nevnt sum ein av trimum kandidatum til at fara á húsagang fyrsta dagin. Køge Boldklub fór fyri kortum á húsagang, og valdi Dansk Bold Union at tveita felagið úr donsku 1. deildini.
- Tað er eingin loyna, at vit hava nakrar stórar fíggjarligar avbjóðingar í løtuni sigur Todi Jónsson, høvuðseigari og stjóri í felagnum.
Orsøkin til at tað fjarðar í kassanum er, at felagið í løtuni reelt ongan pening vinnur, av tí at danska kappingin liggur still inntil mars mánað. Samstundis hevur felagið sera stórar lønarútreiðslur, og at hava teir góðu spælararnar krevir nógvan kapital. Afturat tí ger fíggjarkreppan, at felagið ikki kann læna sær kapital.
- Felagið varð drivið av íleggjarapengum, og nú fíggjarkreppan herjar, eru íleggjararnir sera ansnir við at seta pening í nakað sum helst, sigur Todi Jónsson.
Eisini er ein av trupulleikunum hjá felagnum, at eingir sjónvarpspengar eru útgoldnir í desember 2008, orsakað av nýggjari sjóvnarpsavtalu, sum ger, at peningur ikki verður goldin út fyrr enn í desember 2009. Hetta er tó ein trupulleiki, ið rakar øll donsk feløg.
Hava loysnir
Sambært Toda Jónsson, stendur húsagangur tó ikki á gáttini. Hann greiðir frá, at teir hava nakrar loysnir, sum teir vænta koma upp á pláss rættiliga skjótt.
- Vit hava millum annað leiga ein spælara út, umframt at vit hava sagt nakrar sáttmálar upp. Eisini eru nakrar aðrar loysnir, sum vit arbeiða við, soleiðs at vit kunnu loysa hesar fíggjarligu avbjóðingarnar, vit standa við, sigur Todi Jónsson.
Eftir øllum at døma er talan her um, at teir skulu út til sponsorar og íleggjarar at fáa pening til høldar, soleiðs at felagið kann hóra undan í hesum umfarinum.
Hini bæði feløgini, ið eisini verða skýrd at standa á markinum til húsagang eru eisin úr høvuðsstaðarøkinum, nevnliga Kolding FC og BK Frem.