- Tað verður lítið framleitt av hýsu í Føroyum í løtuni, og tað er bretski marknaðurin, sum at kalla 100 prosent avger marknaðarprísin á hýsu.
Tað sigur Høgni Hansen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya
Á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya hevur hýsa stundum fingið betri miðalprís enn toskur, tó at hetta ikki er tað vanliga, vit síggja. Onkran dag á søluni herfyri fór hýsa 3 fyri miðalprísin 18,54, samstundis sum toskur 3 fór fyri 16,98.
Í hesum førinum var tó talan um eina minni nøgd av hýsu 3, nevniliga 1,1 tons - og 21,5 tons av toski 3. Prísmunurin hýsu 3 og toski 3 á søluni henda morgunin var stívliga hálv onnur króna fyri kilo.
Høgni Hansen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya, sigur, at tað verður lítið framleitt av hýsu í Føroyum í løtuni, tó at okkurt virki er, sum framleiðir nakað.
- Tað er bretski marknaðurin, sum at kalla 100 prosent avger marknaðarprísin á hýsu, og tá tað loysir seg betri hjá virkjunum at selja hýsuna heila enn virkaða, fer nógv óvirkað hýsa av landinum, sigur stjórin á Fiskamarknaði Føroya.










