Hýsa fekk toppprís

Á Fiskamarknaði Føroya í gjár fór hýsa 2 fyri miðalprísin 27,75 krónur fyri kilo.

Í gjár seldi Fiskamarknaður Føroya 37,7 tons av fiski fyri tilsamans 810.592 krónur. Hetta gevur ein miðalprís fyri øll fiskasløgini samanlagt á 20,90 krónur fyri kilo.

 

Størta einstaka nøgdin var toskur, harav mest var av toski 3, sum fekk miðalprísin 22,12 kónur fyri kilo. Næst mest var av toski 4, og her var miðalprísurin 19,32.

 

Eini 6-7 tons vóru av hýsu, harav mest var av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 27,75 krónur fyri kilo. Stívliga 1,8 tons vóru av hýsu 3, og eisini her var miðalprísurin góður, 22,67 krónur fyri kilo.

 

- Nøkur tons vóru av svartkalva og havtasku. Svartkalvi fór fyri 31 krónur fyri kilo, og prísurin á havtasku var 23,21, vísa sølutøl hjá Fiskamarknaði Føroya.