Hýsa fekk góðan prís

Meðan prísurin á hýsu var góður á uppboðssøluni í morgun, fekst minni fyri tosk.

Í morgun seldi Fiskamarknaður Føroya sløk 80 tons av fiski fyri stívliga 1,16 miljónir krónur. Hetta gevur ein miðalprís fyri øll fiskasløgini samanlagt á 14,78 krónur fyri kilo.

 

Sløk 25 tons vóru av toski, mest av toski 3 og 4, sum fóru fyri miðalprísin 13,39 og 12,21 krónur fyri kilo. Toskur 1 og 2 fóru fyri ávikavist 16,14 og 15,15.

 

Sløk 30 tons vóru av hýsu, mest av hýsu 2 og 3, og her var miðalprísurin ávikavist 18,66 og 22,07 krónur fyri kilo. Meðan hýsa soleiðis fekk góðan prís í morgun, var prísurin á toski einki serligur.

 

Á marknaðinum í morgun var eisini væl av longu, eini 17 tons tilsamans. Longa 1, 2 og 3 fóru fyri miðalprísin 11,29 ,11,37 og 10,09.

 

Stívliga trý tons vóru eisini av kongafiski, og her var besti miðalprísur 14,13 krónur fyri kilo.