Hús brend í grund í Víkarbyrgi

Tað kom eigaranum ógvuliga dátt við, tá ið hann sá, at húsini, sum akkurát hava fingið heilt stórar umvælingar, vóru brend í grund um náttina

Eldsbruni

Víkarbyrgi: Ongin hevur ánilsi av, hvat hendi, tá ið heldur kom í eini hús í Víkarbyrgi mikunáttina.
Tað vóru húsini í Hamrabyrgi, sum stóðu einsamøll hinumegin ánna í Víkarbyrgi, sum brendu í grund hesa náttina.
Tey, sum áttu húsini, høvdu verið har kvøldið fyri og vóru farin av bygdini um níggjutíðina um kvøldið.
Men tá ið tey komu aftur 12 tímar seinni, klokkan níggju mikumorgunin, vóru húsuni vekk. Fullkomiliga brend í grund!
Tað einasta, sum er eftir, er oljutangin og sjálv húsagrundin. Alt hitt er øska. Hjallurin, sum stóð omanfyri húsini, er eisini vekk, men seyðhúsið, sum stendur niðanfyri húsini, brendi ikki.
At ongin hevur ánilsi av, hvat hendi, er kanska ikki so løgið, tí ongin býr í Víkarbyrgi longur.
Bygdin varð avtoftað fyri nøkrum árum síðani og síðani hava tey trý gomlu sethúsini í bygdini meiri og minni bara verðið brúkt til frítíðarhús.
Sostatt sá ongin, tilburðin. Veðrið var heldur onki serligt, so ongin útróður hevur verið og tað hava heldur ongi onnur skil siglt framvið um náttina.
Húsini eru umleið 100 ára gomul, men tey hava verið sera vælhildin bæði innan og uttan alla tíðina.
Og nú tey brendu, vóru eigararnir júst í ferð við at leggja síðstu hond á eina ógvuliga umfatandi ábót á húsini, sum tey hava arbeitt uppá í tríggjar vikur.