Í kjalarvørrinum av íslendsku forsatisráðharravitjanina í síðstu viku, hava hýruvognsførarar í Havn sett seg í samband við Sosialin, tí teir kenna seg settar til viks, í sambandi við flutningin av prominentu gestunum í síðstu viku.
Í bilafylginum vóru førararnir ikki fólk, sum vanliga eru hýruvognsførarar í býnum, men harafturímóti fólk sum starvast í umsitingini í Tinganesi. Og bilarnir, sum vóru brúktir, vóru leigaðir frá eini bilsølu, sum landsstýrið vanliga leigar bilar frá.
Teir báðir yrkisførararnir Poul á Kák, sum koyrir bil fyri Auto og Kem Poulsen, frá bilstøðini Bil, halda tað vera undir alt lágmark, at tað ikki verður heitt á teir, sum dagliga eru góðkendir til ferðafólkaflutning, um at koyra fyri almennu Føroyar.
- Hvussu ber tað til, at landsstýrið leigar bilar og nýtur stavsfólk úr umsitingini til at koyra teir fínu gestirnar, tá tvær vælriknar hýruvognsstøðir eru í býnum? spyrja teir báðir, og vísa á, at teir, sum gera stórar íløgur til bilar til vinnuligt endamál, í hesum førinum kenna seg tilsíðusettar. Eisini tí, at teirra bilar í mongum førum eru á so høgum støði, at teir minna mest um diplomatbilar.
Harumframt spyrja teir, um endamálið við at nýta privatpersónar og privatir bilútleigarar er, at undirbjóða hýruvognarnar í takstering, tí hesi hava ongi støðgjøld ella aðrar útreiðslur av at vera vinnurekandi.
Trygdin skal vera í hásæti
Vit heittu á Herluf Sigvaldsson, sum er deildarstjóri fyri uttanríkisdeildina í Tinganesi, um at greiða okkum frá, hvørjar mannagongdir og reglur Løgmannsskrivstovan nýtir, í sambandi við almennar vitjanir úr útlondum. Og hann sigur, at tá tey eru vertir fyri prominentum gestum, so sum stjórnar- og ríkisleiðarar úr øðrum londum, er tað fyrst og fremst trygdin, sum verður sett í hásæti.
- Tá vit eru vertir, so eru tað bara vit sum kunnu taka ábyrgdina av trygdini. Tí hava vit gjørt eina avtalu við eina bilasølu, um at levera bilar, sum lúka altjóða krøv um trygd og dygd. Teir skulu sostatt vera myrkir á liti, og so skulu teir ikki hava nakað frámerki ella skelti, sigur Herluf Sigvaldsson.
Og hann vísir á, at viðvíkjandi førarunum, so skal løgamannskrivstovan eisini lúka tey nýggju herdu krøvini, sum komu í sambandi við terroratsóknirnar 11/9. - Førararnir skulu vera góðkendir, og fortíð teirra skal kunna góðkennast og kannast av fregnartænastunum í landinum, hvaðani vitjanin er, sigur hann, og vísir eisini á, at løgmaður skal kunna líta 100 prosent á føraran, tí mangan verður prátað um slíkt, sum ikki skal út.
- Hetta er ikki tí, at vit illtonkja førararnar frá bilstøðunum, men yvir fyri útlendsku gestunum, noyðast vit at vissa okkum um, at teir kunnu tosa frítt, sigur hann, og leggur samstundis áherðslu á, at her er bert talan um teir fremstu bilarnar í fylginum, sum skulu flyta løgmann og gestir hansara. Sostatt eru aðrar og linari reglur galdandi fyri fylgið, sum koyrir aftaná fínastu gestunum.
- Og har brúka vit ofta hýruvognar og førarar frá støðunum í Havn, sigur hann.
Kundin hevur frælsið
Vit heittu eisini á Terja Sigurðsson frá kappingarráðnum um at greiða okkum frá, um hvørjar reglur eru galdandi, tá almennu Føroyar eru kundar, og um vandi er fyri, at tað gerst kappingaravlagandi, tá eitt nú landsstýrið skal keypa vørur ella tænastur frá privatum.
Og hann greiðir frá, at tað ikki er nakar trupulleiki sambært kappingarlógini, tí tað almenna er ein kundi, eins og allir aðrir kundar, og hesir hava frælsi til at velja tað tilboð,sum teimum lystir. Hetta er øðrvísi í londunum kring okkum, har kunngerðir og lógir áseta, hvussu tað almenna skal fyrihalda seg viðvíkjandi útbjóðing av tænastum og vørum.
- Hetta er eitt blindøki innan føroysku kappingarlóggávuna, og tí kunnu vit onki gera við tað, sigur hann, og vísir til eitt annað fyribrigdi innan kappingarlóggávuna, sum verður rópt innhouse.
- Hugtakið innhouse fevnir um rættin hjá kundum at framleiða ella gera tænastur til egna nýtslu. Og tað hevur almenna Føroyar eisini loyvi til.
Trygdin í hásæti
Jóannes Eidesgaard sigur, at samanborið við londini kring okkum, er tað ein mangul, at vit ikki hava onkra skipan, sum líkist ministarabilum, og at hetta er orsøkin til, at landsstýrið hevur skipað seg, sum tað hevur gjørt.
- Aðrastaðni hava tey ministaraførarar og bilar, sum eru serliga góðkendir, og teir hava skrivað undir ávís trúnaðarpappír, sum vit ikki hava í Føroyum, sigur løgmaður, og hann heldur fram.
- Summir gestir hava ávís trygdarkrøv, sum verða sett av løgregluni, og tey mugu vit liva upp til, um vit vilja vera vertir. Hetta var eitt nú galdandi tá drottningin vitjaði, og tá er tað løgreglan, sum skipar øll verjutiltøk, greiðir løgmaður frá.
Samstundis sigur hann, at tað er vanligt at brúka førarar frá støðunum til fylgið av bilum, og hann minnist eitt nú á drotningarvitjanina, har bilar og førarar vóru eins dugnaligir og fínir, sum í útlondum.
- Vit hava fasta avtalu um at leiga bilar, so kanska átti vit eisini at fingið nakrar fastar mannagongdir viðvíkjandi førarum, sum koyra bilarnar longri niðri í fylginum, sigur løgmaður at enda.
Harmast støðuna
Magnus Fuglø, sum er formaður fyri felagið hjá hýruvognsførarar, Samfylking, sigur, at tað fyrr var vanligt at hýruvognsførarar koyrdu útlendskar gestir runt í landinum. So hóast hann harmast støðuna, so sigur seg kortini skilja hana.