Hýran hjá fiskimonnum hækkað 27 prosent

Fiskimenn hava fingið nógv burtur úr seinastu tíðina, men eisini nógva aðrastaðni gongur rættiliga væl í løtuni

 

Hesa seinastu tíðina hava føroyskir fiskimenn fingið nógv meiri burturúr, enn teir fingu fyri einum ári síðani. Tað staðfestir Hagstovan, sum hevur gjørt lønirnar í teimum ymsu vinnugreinunum, upp.

 

Í gjár stóð at lesa her á www.in.fo, at lønirnar høvdu sett met higartil í ár og Hagstovan vísir á, at tað er framgongd allastaðni.

 

 

Les eisini: Føroyingar seta met í lønum

 

 

Men serliga eru tað hýrurnar hjá fiskimonnum, sum eru nógv hækkaðar. Hagstovan sigur, at fyrsta ársfjórðing í ár vóru hýrurnar hjá fiskimonnum 274 milliónir krónur. Tað eru 59 milliónir, ella heili 27,3 prosent meiri enn í fyrsta ársfjórðingi í fjør.

 

Í bólkunum sum eita vinnuligar tænastur, ali- og kryvjivirki, fiskavøruídnaður, byggivinna og skipasmíð, umframt øðrum smiðjuvirksemi, er eisini talan um stóran vøkstur, tí í hesum bólkunum hevur vøksturin ligið ímillum 10 og 14 prosent.

 

- Samantikið er vøkstur í øllum vinnugreinum uttan í heilsu- og almannaverkinum, har lønargjaldingarnar standa í stað, og í ráevnisvinnu, har tað er ein afturgongd á gott sjey prosent.

 

Hagstovan sigur, at fyrsta ársfjórðing í ár, vórðu 2.021 milliónir krónur goldnar í lønum, og tað er 163 milliónir meira enn fyrsta ársfjórðing fjør. Sostatt er vøksturin 8,8 prosent.

 

Eftir at lønirnar fullu í 2009 av fíggjarkreppu, eru tær hækkaðar aftur so líðandi, men serliga stórur hevur vøksturin verið trý tey síðstu árini.

 

Frá fyrsta ársfjórðingi í 2013 til 2014 var vøksturin 4,4 prosent, frá 2014 til 2015 var vøksturin 6,2 prosent og nú frá fyrsta ársfjórðingi í fjør til fyrsta ársfjórðing í ár, var vøksturin heili 8,8 prosent, sigur Hagstovan.