Hóraldur mist jørðforbindilsið

- Vit mugu inn á spurningin um at kryva fiskin í landi, soleiðis at alt kemur til sættis. Umborð verður fiskurin blóðgaður niður í ísvatn, vaskaður og ísaður. Síðan verður hann landaður ókruvdur. Hetta gevur eina nógv betri dygd á fiskinum, samstundis sum alt tilfeingið tá kemur til lands, sigur Mortan Johannesen, útróðrarmaður, ið ikki heldur nógv um úttalilsini hjá granskaranum, Hóraldi Joensen

Tilfeingi

 

Í samrøðu við Kringvarpið herfyri segði Hóraldur Joensen, granskari, at um vit gagnnýta livrina úr fiskinum undan Føroyum, kann hetta økja útflutningsvirðið við tveimum miljardum krónum. Granskarin mælti til, at løgtingið við lóg áleggur skipum og bátum at taka livur og rogn til lands. Hann vísti á, at eitt virki er á Eiði, sum kann taka ímóti allari livrini, og tí er einki at bíða við, helt hann fyri.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnu-og tilfeingismálum, Torbjørn Jacobsen, hevur eisini sagt, at hann ætlar sær at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap soleiðis, at alt tilfeingið verður gagnnýtt.

 

Mælir frá

Á portalinum hjá Samtak hevur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, sagt, at so leingi, sum tøknin ikki er til steðar, loysir tað seg ikki hjá fiski-og útróðrarmonnum at taka livur, og tí mælir hann sjófólki frá at taka livur.

Jan Højgaard vísir á, at tað er sera tíðar-og orkukrevjandi at taka livur og rogn, og royndir vísa, at hetta gevur monnum einki. Í fleiri førum gongur hetta so nógv út yvir arbeiði við fiskinum annars, at menn missa inntøku.

Niðurstøðan hjá formanninum í Føroya Fiskimannafelag er, at so leingi, sum tøknifrøðin til livra-og rognatøku vantar, loysir tað seg ikki hjá manningini at taka livur.

- Tá ið tøknifrøðin er til staðar til at gagnnýta allan fiskin, er støðan sjálvsagt ein onnur, og eg vóni, at tað skjótt fer at eydnast at fáa maskinur, sum kunnu gera, at fiskurin verður gagnnýttur allur, sum hann er. Okkum dámar sjálvsagt ikki, at partar av fiskinum verða tveittir burtur. Men í verandi støðu er hetta neyðugt, tí hitt ger arbeiðsstøðuna hjá fiski-og útróðrarmonnum verri.

Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag sigur seg undrast yvir, at landingarvirðið á livrum og rognum er so lágt, um tað veruliga er so, at hetta tilfeingi, sum Hóraldur Joensen vísir á, kann økja um okkara útflutningsvirði við tveimum miljardum krónum.

 

Dreymar og fakta

Mortan Johannesen, Mortan hjá Andriasi í Hvannasundi, hevur siglt at kalla alt sítt lív. Nú kjak um livra-og rognatøku aftur hevur verið frammi, hevur hann hug at gera nakrar viðmerkingar.

- Eg eri fyri so vítt samdur við Jan Højgaard, um enn hann kanska er eitt sindur kantutur í sínum úttalilsum. Tað er í fínasta lagi, at roynt verður at fáa livrina til lands, men soleiðis, sum umstøðurnar umborð á skipum eru, og skipanin annars er við móttøku av fiski, er hetta at kalla púrasta útilokað. Teir, sum sigla við okkara ísfiskaskipum, hava ongan møguleika at taka livur. Hetta riggar heldur ikki hjá útróðrarflotanum, har í fleiri førum bara ein maður er á hvørjum báti.

Mortan er sannførdur um, at fiskurin í størst møguligan mun átti at verið førdur til lands ókruvdur, og soleiðis kundi allur innvølurin komið til sættis, um líkinda marknaður annars kann skapast fyri hesum parti av tilfeinginum.

- Tað er einki at ivast í, at vit skjótt fáa kryvjimaskinur, sum ikki fara so illa við innvølanum, ið maskinurnar, sum ísfiskatrolararnir í dag hava, gera. Men her er eitt stórt men.

 

Húkur trupulleikin

Hann vísir á, at tað neyvan nakrantíð verður soleiðis, at allur fiskur kann kryvjast umborð og innvølurin førast til lands.

- Hetta fer ivaleyst at lata seg gera umborð á ísfiskatrolarunum, sum í størstan mun fiska upsa, men ikki umborð á línubátunum. Trupulleikin við línufiskinum er, at húkar standa í nógvum fiski, og tað kemur neyvan nakrantíð nøkur kryvjimaskina á marknaðin, ið kann “takla” hetta. Knívarnir fara í knús, tá ið teir taka í jarnið á húkinum.

Mortan heldur, at fleiri av teimum, sum úttala seg um livra-og rognatøku, vita um lítið um, hvat veruliga gongur fyri seg umborð á skipi – hvørjir trupulleikarnir og vansarnir annars eru.

- Tað er ikki altíð so einfalt, sum granskarar og onnur, ið ikki hava nógv innlit í veruligu vinnuna, halda. Eg haldi, at hesi fólk hugsa ov stutt, um tey halda, at ein onnur kryvjimaskina kann loysa allar hesar trupulleikar, so alt tilfeingið kann koma til sættis.

Hann heldur, at fólk uppi á landi eisini hugsa ov lítið um tað, sum veruliga gongur fyri seg umborð á einum skipi ella báti.

- Tað er harðbalið at vera á sjónum, og fiskað verður mangan í vánaligum líkindum. Hetta geldir eisini útróðrarflotan, har menn mangan fara út í illsligum veðri, seta og draga – ella standa við snelluna. Tað er so mangan, at stundir og umstøður ikki eru til annað enn bara at kryvja fiskin. At taka livur og rogn, tá ið tann tíðin er, burtur úr, eru ikki altíð umstøður til. Soleiðis er tað bara, og tað nyttar so lítið at kjakast um tað.

 

Ókruvdur fiskur

Mortan er sannførdur um, at rætti vegurin at ganga er at føra so stórar nøgdir av ókruvdum fiski til lands sum gjørligt.

- Vit mugu inn á spurningin um at kryva fiskin í landi, soleiðis at alt kemur til sættis. Umborð verður fiskurin blóðgaður niður í ísvatn, vaskaður og ísaður. Hetta gevur eina nógv betri dygd á fiskinum, enn um hann verður kruvdur.

Hann heldur, at vit høvdu fingið nógv meira burtur úr, og samlaða tilfeingið hevði skapt nógv meira, um fiskurin kom til lands ókruvdur.

- Tá kundi tað, sum innvølurin – í fyrsta lagi livur og rogn – gevur, verið við til at borið tað, sum hetta arbeiði kostar. Vit høvdu fingið nýggj arbeiðspláss, og høvdu kunnað økt um útflutningsvirði við, at alt kundi komið til sættis.

 

At lesa uppá

Mortan Johannesen sigur, at tølini, sum Hóraldur Joensen, granskari, kemur til, eru úr vón og viti, sum hann tekur til.

- Eg haldi, at granskarin eigur at lesa betur upp á. Tað er syndarligt at síggja væl lisin fólk sleingja um seg við slíkum tølum, sum eingin logikkur er í, og sum einki hald hava í veruleikanum. Virðingin fyri slíkum fólkum minkar. Eg haldi, at Hóraldur hevur mist “jørðforbindilsið”, tá ið hann heldur, at livratøka kann geva føroyska samfelagnum tvær miljardir krónur aftrat í útflutningsvirði.

Mortan hevur verið sjómaður, síðan hann var 14 ára gamal, og í dag er hann 65.

- Eg góðtaki ikki, at fólk, tú møtir í SMS ella á gøtuni, halda, at vit sum fiska bara til stuttleikar oyðsla burtur av tilfeinginum við at koyra innvølan út ígjøgnum lensiportrið. Soleiðis hongur tað ikki saman, sigur hann.

 

Hóraldur og tøl

Hóraldur Joensen hevur víst á, at vit í Føroyum hava møguleika at fáa rættiliga fitt av livur upp á land.

- Av teimum 108.669 tonsunum av botnfiski, sum vórðu landaði í 2005, kundu vit fingið 7.607 tons (7%) av livur. Kortini fingu vit bert 350 tons. Restin – 7.257 tons - fóru í havið aftur. Við einum livraprísi upp á 5 krónur fyri kilo, hevði virðið av allari livurini í 2005 verið góðar 38 miljónir krónur.

Hann leggur aftat, at hevði øll henda livur verið brædd, fingu vit 3.804 tons (50 %) av lýsi. Smásøluprísurin fyri vanligt livralýsi sveiggjar nakað, men einar 150-300 krónur fyri kilo er ikki heilt óvanligur kostnaður. Summi sløg kosta tó nakað meiri.

- Eitt lágt met (150 kr./kg) av samlaða smásøluvirðinum av øllum livralýsinum hevði soleiðis verið 570 miljónir krónur. Ynskja vit hinvegin meira fyri livrina og meiri arbeiði á landi, kundi lýsið verið gjørt til vanligar lýsiperlur ella hylkislýsi. Smásøluprísurin fyri vanligt hylkislýsi og hylkislýsi við øktum innihaldi av EPA og DHA skiftir nakað, men ein príslega upp á einar 500-1000 krónur fyri kilo er vanlig, sigur Hóraldur Joensen.

Tað er her, at granskarin kemur til, at livur, sum stendst av veiðini undir Føroyum, kundi givið slakar 2 miljardir krónur í øktum útflutningsvirði.

Og tað er ikki minst her, at Mortan Johannesen er dundrandi ósamdur og heldur, at granskarin fer ov lætt um tøl og veruleikar.

 

Skeiv tøl

Í fyrsta lagi heldur útróðrarmaðurin, at ein kiloprísur fyri livur, sum er 5 krónur, er spottprísur fyri tað stríð, sum livratøka hevur við sær. Hevði prísurin hinvegin verið einar 20-30 krónur fyri kilo, hevði nakað verið at tosað um.

- Í aðrar mátar er tonsatalið, sum Hóraldur kemur til, púrasta burtur við. Vit fáa hvørki 8.000 tons, ei heldur 4.000 tons av livur úr fiskinum, sum veiddur verður undir Føroyum um árið. Helst hevði reella talið ligið nakað omanfyri 2.000 tons, um øll livurin kom til sættis.

Mortan vísir á, at upsaveiðan undir Føroyum liggur um eini 40.000 tons, toskaveiðan 25.000 og hýsuveiðan 15.000 tons.

- Tú fært 5% av livur úr hesi nøgd bara ein lítlan part av árinum, men kanst ikki vænta, at prosenttalið liggur hægri enn 2-3% í miðal gjøgnum árið. Tí er slett ikki hald í tølunum, sum granskarin kemur við.

Hinvegin heldur Mortan, at skuldi hald kortini verið í tølunum hjá Róaldi, og livurin soleiðis kundi givið fiski-og útróðrarmonnum lúsa 35 miljónir krónur um árið, er hetta einki tal at tosa um í mun til alt tað stríð, sum livratøka hevur við sær.

- Eg góðtaki soleiðis ikki, at granskari vartar upp við slíkum, sum fær nógv fólk at trúgva, at vit sum fiska, oyðsla við tilfeinginum. Hetta verða vit happaðir fyri í dag, sigur Mortan Johannesen.