Hýra farin til tilfeingisgjald

Henrik Old, løgtingsmaður, vil hava at vita, hvussu nógvir pengar, sum annars høvdu verið útgoldnir sum hýra og sum kommunuskattur endaði í Búskapargrunninum í sambandi við uppboðssøluna av makreli.

Í hesum sambandi hevur hann sett Jørgeni Niclasen, fíggjarmálaráðharra, tveir spurningar. Hann spyr, um landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu stór peningaupphædd er farin í Búskapargrunnin av makreluppboðssøluni, sum undir »normalum« umstøðum skuldi verið útgoldin sum manningarhýra.

Eisini spyr hann, um landsstýrismaðurin kann upplýsa, hvussu stór peningaupphædd er farin í Búskapargrunnin, sum annars skuldi verið goldin sum kommunuskattur, um manningin ikki luttók í gjaldinum av keypi av makreli yvir uppboðssøluna?

Henrik Old vísir á, at landstýrismaðurin í fíggjarmálum upplýsti fyri Løgtinginum 30. november sum svar upp á fyrispurning, at 88 milliónir krónur vóru komnar í Búskapargrunnin fyri sølu av makreli yvir uppboðssøluna í summar.

– Á nøkrum skipum bleiv upphæddin, sum keypt varð fyri, trekt av, áðrenn manningin fekk sín part. Sostatt eru stórar peningaupphæddir farnar í búskapargrunnin, sum manningarnar annars skuldu fingið útgoldnar sum hýru. Av somu orsøk, er ein ávís peningaupphædd, sum annars skuldi verið goldin sum kommunuskattur, farin í Búskapargrunnin sum tilfeingisgjald, sigur Henrik Old.