Tveir av lyklaspælarunum hjá KÍ fara týsdagin uttanlands at royndarvenja.
Talan er um verjuspælaran Hørður Askham og framrættaða Jóannes Bjartalíð.
Tað er fótbóltsumboðsmaðurin Annfinn Gaard, sum hevur syrgt fyri, at KÍ spælararnir nú fáa møguleikan at royna fótbóltsevnini uttanfyri landoddarnar.
-Tað er ein dreymur hjá bæði mær og Hørði at sleppa uttanlands at royna okkum. Fótbóltsumboðsmaðurin Anfinn Gaard hevur samband við bæði KÍ og Viking Stavangar, sigur Jóannes Bjartalíð, sum ikki roknar við, at talan verður um sáttmála nú beinanvegin.
Anffin Gaard greiðir soleiðis frá:
-Hørður og Jóannes fara av landinum týsdagin. Teir skulu venja við mikudagin, hósdagin, fríggjadagin og leygardagin. Talan verður ikki um sáttmála nú beinanvegin, tí KÍ er áhugað at hava teir á liðnum hetta kappingarárið. Um nakað spyrst burturúr seinni, fer tíðin at vísa. Í fyrsta umfari fáa teir báðir høvi at royna seg og harvið at fáa fatan av, hvat teir skulu arbeiða við, um tað í framtíðini skal eydnast teimum at vinna sær pláss í yrkisfótbólti, sigur Anfinn Gaard, fótbóltsumboðsmaður.
Síðsta heyst royndarvandi Jóannes Bjartalíð í Vejle Boldklub í næstbestu donsku deildini.
Viking Stavanger er í trongum skóm. Eftir fimtan umfør hevur Stavanger felagið vunnið tveir dystir, spælt tríggjar javnar og tapt tíggju. Úrtøkan er níggju stig, Viking Stavanger er aftast, og í løtuni eru tað seks stig fram til plássið yvir niðurflytingarstrikuni.









